Akustisk konsert við Jam obSession í Spaniastovu 23.des. kl 21
Jam obSession er ein tónleikabólkur úr Klaksvík, sum vil fremja samanhald og samspæl millum ung og eldri tónleikatalent.
Kendasti ungdómligi veteranurin í bólkinum er Karl Martin Samuelsen, sum hevur megna at samla fleiri ungar tónleikarar, sum brenna fyri tónleikinum: Noel, Birgir, Kristian, Jóhan, Mikkjal, Hans Andrias, Robert....
Jam obSession fer á sera forvitnisligan hátt at spæla góðar kendar útlendskar og heimligar tónar. Sjálvandi verða nakrir kendir jólatónar at hoyra eisini.
Ola Nordskar er gestatónleikari
Ola Nordskar hevur framført fleiri fer í Føroyum síðani hann á fyrsta sinni kom til Føroyar mitt í áttatiárunum.
Ola Nordskar hevur m.a. týtt fleiri tekstir hjá Frændum til norskt. Hann eigur upprunatekstin til Jesus Escubar á Amnestifløguni frá 1991. Ola Nordskar gav út fløguna Endelig for seint å snu, 1999.
Atgongumerki fáast í Leikalund og kunna bíleggjast á 457151.