Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Aksel V. Johannesen, fekk stóra undirtøku, meðan flokkurin sakk

Aksel fær tað strævið

Við 1.202 persónligum atkvøðum, fekk Aksel V. Johannesen, góða undirtøku í dópinum, tó at flokkurin sakk. Veljararnir høvdu leitað sær í trygga sambandshavn, har sosialpolitisku virðini hóast alt vera mett at liggja hjá teimum, tá javnaðarflokkurin var farin eftir krakka- og akademikaraveldinum.

Ein onnur orsøk til, at javnaðarveljarin ikki vildi savna seg um flokkin, so sum tað hendi á fólkatingsvalinum, var, at samríkjaveljarin føldi seg snýttan, og fann seg ikki í, at vera garantur hjá einum fullveldispolitikara á Christiansborg.

Men vit leggja eisini merki til, at tvey markant landsstýrisfólk hjá Javnaðarflokkinum, søkka sum steinurin á løgtingsvalinum leygardagin. Helena Dam á Neystabø og John Johannesen. Landsstýrissessurin hjálpti teimum ikki, og tað, at Helena D. Á Neystabøð, einaferð var partur av fullveldissamgonguni, kann ikki vera orsøkin til vánaliga úrslitið í dag. Hesin veruleikin hevur ikki forða við seinasta løgtingsval.

Men tað, at sosialpolitiski profilurin hevur mangla hjá javnaðarflokkinum, er orsøkin til vánaliga valið hjá teimum báðum , og hjá flokkinum, sum heild, tó at flokkurin fyri langt síðani lovaði at finna inn aftur á hugsjónarliga støði. Men krakka- og akademikarapolitikkurin var ov sterkur. Flokkurin sakk, og tað gjørdi Hans Pauli Strøm eisini.

Tó at javnaðarflokkurin fór til val uppá krakka- og akademikarapolitikkin, og at ikki pláss var fyri arbeiðarafjøldini, teimum gomlu, sjúku og veiku, so kunnu vit siga, at herviligur vargur kom í flokkin.

Við 394 persónligum atkvøðum, var borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, nummar tvey á javnaðarlistanum. Aftaná hann kom Gerhard Lognberg, og aftrat teimum kom so Henrik Old, afturíaftur í føroyskum politikki.

Men hetta eru eisini tungir dreingir – politiskir vargar, sum hvør í sínum lagi, als ikki smæðast fyri, at ganga í móti politikkinum hjá flokkinum. Kristin Michelsen førdi eisini valstríð uppá, at ganga í móti politikkinum hjá Helenu Dam á Neystabø, sum eisini alla tíðina hevur verið í móti Eftirskúlanum í Hvalba. Borgarstjórin segði eisini valkvøldið, at fekk hann ikki nøkur ynskir í gjøgnum, so føldi hann seg líkaso gott uttanfyri flokkin, men hann viðgekk, at sjálvt vargur kundi spekjast.

Henrik Old, legði seg eisini í móti fiskivinnupolitikkinum hjá javnaðarflokkinum undir valstríðnum. At veljarin gav honum álit, vísir, at flokkurin hevur ein stóran trupulleika.

At Gerhard Lognberg, enn klárar at surfa á tunnilsdalinum, høvdu kanska ikki so nógv væntað, tí hann hevur stórt sæð onki fingið burturúr, men hetta vísir, at veljarnir eru áhaldandi, og blíva helst við at bera mannin í løgtingið til tann dagin, tunnilin er veruleiki.

Nógv flestu valevnini hjá javnaðarflokkinum vóru frustreraði atkvøðuneyt, men tað vóru eisini tey, sum bevíst vóru hildin uttanfyri. Tað undraði, at Helena Dam á Neystabø, ikki fekk luft, og als ikki slapp til orðanna á seinasta veljarafundinum í Sjónvarpinum.

Tað er rættiliga greitt, at Javnaðarflokkurin vann ikki valið uppá sosialpolitikkin, men hann vann heldur ikki upp land við krakka- og akademikarapolitikkinum. Eftir eru tey valevnini, sum vunnu upp land uppá vargastríð, og at leggja bein fyri flokspolitikkinum, ella bara at føra eitt øðrvísi valstríð.

Rigmor Dam, dugdi at leggja seg undir rumpuna á Katrini Dahl Jacobsen, ið ikki stillaði uppaftur á løgtingsvalinum, men Rigmor Dam, er eins skjót burtur úr føroyskum politikki aftur, tá høkjan verður tikin undan.

Men lopfjølin gav henni 270 atkvøður og ein tingsess.

Vit skulu tó ikki gloyma Eyðgunn Samuelsen, sum helst hevur nógvar kjarnuveljarar í norðoyggjum halda seg til, tí onkustaðnar umboðar hon sosialpolitiskt trúvirði, sum flokkurin annars manglar.

Men soleiðis, sum javnaðarflokkurin er settur saman, verður strævið hjá Aksel V. Johannesen.

Dan Klein, blaðstjóri