Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Andrass Skaalum

AKFØR : “GULLNÁM” Í 23 ÁR

TRYGGING AV AKFØRUM HEVUR KASTA MEST AV SÆR,SJÓTRYGGINGAR MINST.

Akfarstryggingar góðu :  971 mió Kr.
Sjótryggingar góðu      :    27 mió Kr.

Sjótryggingar hava eisini hægsta skaðprosent     :   98,76 %.
Akfarstryggingar hava lægsta skaðprosent          :    62,58 %.

Hagtøl frá 1997 – 2019 (23 ár) - Kelda: Hagstova Føroya

Akfarstrygging og Brunatrygging mest avkast.
Alt eftir hvørji ár verða tald saman, kann úrslitið broytast rættiliga nógv.
Tal av skaðum og kostnaður fyri skaðar kann sveiggja nógv frá ár til ár, og broytt tryggingargjøld gera eisini mun. 

Her havi eg valt at taka øll 23 árini, sum helst gevur eina mynd av, hvørjar tryggingar hava givið mest í kassan samanlagt – hava verið grundarlagið undir vaksandi eginogn.
 
Teigurin “Avkast” í talvuni eru Tryggingargjøld minus Skaðagjøld.

Skaða-prosentið er hvussu nóg av tryggingargjaldinum fer til at gjalda skaðar.
Fyri sjó er avlopið bert 1,24 %  (100–98,76)   og  fyri akfør 37,42%  (100-62,58).

Í samanløgdu tølunum smæðist vanligi tryggingartakarin ikki burtur, tað er áhugavert.

Vinarliga

Andrass Skaalum mob: 287870
Velbastaðvegur 42
FO-100 Tórshavn t-bræv: andras_s@olivant.fo


Leinkja til tølini hjá Hagstova Føroya : Skaðatryggingar, gjøld og bøtur

Tórshavn, tann 26. september 2020