Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ákærdur fyri svik

Var á strategifundi í Føroyum í 2006.

Oyggjatíðindi
21. mai 2010

Men ikki bara íslendingar vilja eina uppgerð fyri fíggjarsvik. Tað mátti nevndarlimurin í Eik, Jacob Leth, sanna, tá hann bleiv skuldsettur fyri at vera partur av  einum ódámligum netverki.

- Bakmanspolitiið er í ferð við at greiða eitt mál, sum kann vísa seg at prógva eitt loyniligt netverk har m.a. fleiri jyskir bankastjórar hava manipulera við partabræva kursum, og  harvið skora stóran persónligan vinning.

Jacob Leth varð valdur í nevndina í EIK tann 27. mars í ár.

Tað gav ein ávísan skelk, tá tað kom fram, at Jacob Leth, eisini hevði verið dómari við Føroya Rætt, ið, sum skilst, skundaði sær at rætta tíðindini til, at Leth bara hevði starvast við Føroya Rætt, og at Joen H. Andreassen, var einadómari tá Jacob Leth, arbeiddi í Føroyum.

Útvarpið ræddist, og tók ikki hendan dómarin uppá tungu aftur. SvF nevndi málið, men ikki eitt orð um dómaragerningin, men tað kunnu vit koma aftur til, tí vit hava hansara egnu orð fyri hvat hann gjørdi í Føroyum.

Fyrst eitt tíðindaskriv frá Eik:

Jacob Leth tikið seg úr nevndini í Eik Banka
Jacob Leth, nevndarlimur í Eik Banka, hevur í dag boðað frá at hann, til tess ikki at skaða bankans umdømi, hevur tikið avgerð um at taka seg úr nevndini í Eik Banka frá dags dato. Fráboðanin kemur eftir tað fjølmiðlaumrøðu, ið hevur verið um Jacob Leth seinastu dagarnar...

Strategifund í Føroyum
Í 2006 var Jacob Leth, og aðrir framstandandi bankastjórar, saman við konum, og potentiellum kundum og kundaevnum á strategifundi í Føroyum.

Hetta verður nevnt ein strategitúrur, men loyniligt var hvat strategiin gekk út uppá.
Danska blaðið Jyllands Posten skrivar m.a. um túrin, 22. oktober 2008:

Bankdirektører fra Ebh Bank og Sparekassen Kronjylland drøftede strategi- og forretningsmæsssige spørgsmål med deres koner, da de i 2006 brugte 140.000 kr. på en bestyrelsesudflugt.

Det oplyser direktør Jacob Leth fra Sparekassen Kronjylland i en kortfattet pressemeddelese, som han ikke ønsker at uddybe.

Morgenavisen Jyllands-Posten kunne tirsdag berette, at de fire direktører brugte rejsekontoen i det fællesejede selskab Icarus Invest til at rejse udenlands. Ingen af de fire direktører ønskede imidlertid at løfte sløret for, hvor rejsen var gået hen, før man i går udsendte pressemeddelelsen.

Han oplyser videre, at ægtefællernes deltagelse i turen skete som en del af repræsentationen i forhold til kunder og kundeemner.

Bankens informationsmedarbejder oplyser, at sparekassen ikke vil oplyse, hvor mange og hvilke kunder, der var med på turen...

Kelda: JP.

Som fungerende dommer...

Lat okkum so venda aftur til dómaragerningin hjá Jacob Leth í Føroyum. Her er keldan Berlinske Tidende:

Undir yvirskriftini, “Fem skæve til Jacob Leth”, setir Berlinske m.a. hendan spurningin:

1. Hvad er det lige, der er med dig og Færøerne. Hvad går det ud på?

»Jeg betragter Færøerne som mit andet hjem. Jeg kom der op til en meget udfordrende stilling som fungerende dommer i en meget ung alder. Da det var god oplevelse, har det vaccineret mig for livet.«2. I ynder at kalde jer finanssektorens husmænd. Det lyder lidt »Far til fire-agtigt«. Men drejer det sig ikke bare om at tjene flest mulige penge?

Hetta stóð at lesa í Betlinske Tidende 28. februar 2006.

Sambært hesum er eingin ivi um, at Jacob Leth virkaði sum dómari við Føroya Rætt.