Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Akademikarir eru sum puddelhundar

Einaferð vildu øll verða ingenørar og nú vilja øll hava eitt leiðslustarv. Einki er galið viðat vera ambitiøsur, men vansin er, um hetta er meira ein trend enn tann reeli viljin !! Um hetta er ein trend og bara snýr seg um at kunna polerað, vísa á eitt vakurt cv og skapað alsamt fleiri møguleikar á arbeisiplássinum, so er tað ein falliterklæring og eitt fet í eina skeiva og vandamikla leið.

Fremad, march ! Ný útklaktir studentar, sum gera seg klárar, at átaka sær ábyrgd fyri, at samfelagið eisini framyvir riggar, sum ein dynamisk pumpa, har øll eru vælkomin og eingin verður skolaður út ella sorteraður frá. Øll menniskju hava eitt líka stórt virði og tað er brúk fyri øllum hondum, ja tú hoyrdi rætt, øllum hondum.

Allir akademiskir tankar og tann illsinnað herferðin um, at fáa sær eina útbúgvin og síðani vera við til at skapa nýhugsan, vøkstur, umjusteringar í tí almenna reglugerð-apparatinum og vera við til at skapa eina mentan, sum eisini er í broyting, og sum fólk kunnu avspegla seg í, og føla seg sum ein partur av.

Tað, sum eingin akademikari lærir á nøkrum universiteti, proffessionsháskúla, seminarium ella ørðum stovni, er, hvussu mann far tillegna sær dirvi, skapar sín persónliga karakter, torir at stilla seg upp, gera seg sjónligan og umboða minoritetin ella bara seg sjálvan, og merkja mótstøðuna, tapa nakrar ferðir ella fleiri ferðir, men altíð reisa seg aftur.

Fyri ordans skuld, vil eg siga, at eg einki sum helst havi ímóti akademikarum. Eg arbeiði júst nú, sum námsfrøðingur í socialpsykiatriðini og eg taki eina diplomútbúgving á Metropol Professionsháskúlanum við síðuna av mínum arbeiði.

Tað er sjálvsagt einki sum helst galið við, at ung og eldri fólk fáa sær eina akademiska útbúgving ella eftirútbúgving. Tað er bara ein skeivur og óheppin boðskapur at senda ferð eftur ferð, at skalt tú blíva til nakað her í lívinum, so mást tú fáa tær eina akademiska útbúgving.

Lat okkum øll blíva til akademikarar og klórast um leiðslustørv, konsulentstørv og cand. størv. Tað fyriliggja ikki mær kunnugt nakrar kanningar sum vísa á, hvussu nógv fólk við einari akademiskari útbúgving og við efturútbúgving eru egnadi og hava teir persónligu førleikarnar, til at røkja arbeidisuppgávurnar nøktandi.

Sjálvsagt hava tey flestu, sum umsita tildømis eitt leiðslustarv ein fagligan kunnleika og royndir innan økið, men hendan kunnleikan kunnu øll lesa seg fram til, bara við at leita sær inn á bókasavnið. Royndirnar fært tú ágódan av, sum tíðin frálíður, og her er ofta lætt at skilja ímillum tey dugnaligu, sum hava tikið við læru av teirra royndum og hini, sum ikki ganga á kompromis við teirra arbeiðishátt og gera broytingar, sum eru neyðugar.

Tey flestu fólkini, sum starvast á gólvinum vita væl, at teirra arbeiði verður kannað gjølla og at tey konstant eru undir einari óbevístari evaluering. Tað liggja á øllum arbeidisplássum, klárar linjur fyri, nær tú kanst vænta at verða kallaður inn til umsorgan-samtalu, fráveru samrøðu og eina samrøðu, har tú fært at vita, at tú mást røkja títt starv betri. Hvussu ofta verða somu leiðarir tildømis innan tey almennu økini innkallaði til samrøðu, tí tey ikki røkja starvið á ein nøktandi hátt, og hvør situr til borðs til samtalurnar.

Vegurin, sum letur alla tínar dyr upp og gevur tær ein stóra vitan innan eitt ávíst ella fleiri økir, eitt óavmarkað frælsi og ikki minst, og fyri tey flestu, eina fíggjarliga trygd við einum deiligum avlopi um mánaðin, beint niður í sparigrísin.

Um hugurin ikki drívir verkið, men peningurin, so fáa vit eitt samfelag, har tað hjá fólkinum ræður um at fjala seg aftanfyri ein penan titul, og fyri alt í verðini fáa ágóðan av flatskattinum.

Tað er einki galið við at byggja ein stóran lestrardepul úti á Markagilsvegnum. Tað er so hinvegin sanniliga nakað heilt galið, at pointera, at hetta ikki bara hevur alstóran týdning, men allan týdning fyri at okkara unga ættarlið , kunnu gera seg klár til at fáa sær eina hægri útbúgving. Tey ungu fáa innprentað, at eitt pent starv í tí vaksna lívinum, við einum eksotiskum titli, har tey bara skulu fylgja reglugerðini kombinerað við einari góða løn er vegurin fram til lukku og nøgdsemi.

Peningurin og prestisjan dríva verkið og her hava okkara unga ættarlið tíverri eitt ótal av fyrimyndum at velja ímillum, bæði innan tað almenna verki og tann privata markaðin.

Revolutionerandi hugsunarháttur við visionerum fólkum, sum tora og vilja ganga nýggja leiðir, fáa trong kor, tí tað ræður um at gardera seg í einum starvi – hesa tesuna vil eingin akademikari kennast við, men heldur eingin torir at stilla seg fram og viðurkenna tað ella vísa á tað aftur í tí dagliga arbeiðnum.

Sannleikin er tann og tað tori eg at siga, uttan at hava nakrar kanningar liggjandi, sum undirbyggja mín pástand, at 4 út av 10 leiðarum innan tað almanna økið gera eitt frálíkt arbeiði. 3 út av 10 leiðarum eru ómøguligir at meta um við fyrsta eygnakast, tí tey fygja bara ásettum reglugerðum(regelryttere). 3 út av 10 leiðarum egna seg ikki til at røkja eitt leidslustarv.

Leyslig tøl, hørð orð, men eg tori at standa við tey. Hvat ein evaluerings-kanning vildi víst, kundi verið spennandi at sæð, og um ein slík kanning, bara bleiv lagt aftur í skuffuna, tí vit skulu jú upprætthalda og stuðla um illusiónina um, at bara tú hevur ein penan titul og fær flatskatt, so nýtist tær ikki góði akademikari ,at goyggja og grenja, sum ein annar puddelhundur, tí vegurin hjá tær er opin.

Karl Jóhan Staksberg.

e-amil addr : runesean66@hotmail.com