
Her er Hans avmyndaður tá hann fylti 80 ár.
Akademikarin við lívsroyndum frá gerandisdegnum, níti ár
Hans Vang varð føddur 5. Januar 1927. Hann kendi tað gamla bóndasamfelagið, og stríðið at liva og at yvirliva. Hans upplivdi framburðin í heiminum, og tøgnina; sumt tók hann við, annað vildi hann ikki, men tá alt kemur til alt, er tað júst frælsi at velja, sum fólkaræðið snýr seg um.
Undirritaði skrivaði eina føðingardagsheilsan, tá Hans Vang, fylti 80 ár, og nú hann fyllir 90, er hann fluttur heimanífrá, fyrst í einari fyribils røktar- og ellisskipan við lívlínu til hugnaliga heimið, sum Hans og Tóta, hava bygd upp saman á Húsabrúgv, har tey eru avhildin av grannunum.
Orsøkin var, at Hans Vang, sum 80 ára gamal var illa gongdur, og við “fjall-brattari” trappu, sum mátti gangast, bara sum daglig mannagongd, gekk tað kortini ikki, tá man á gamaldsaldrinum ikki stendur væl á beininum, so tað var loysnin at faa manninum umlatting, sum fyrsta stig, og seinni fekk hann so fast pláss á Ellis- og Røktarheiminum í Havn.
Har trívist Hans Vang millum fólk; onkran kendi Hans tá hann kom á heimið, onnur hevði hann lætt at samskifta við. Tað munnu ikki vera nógv evnir, Hans Vang, ikki følir seg heima í. Fáur hevur lisið so nógv, sum hann.
Heilt fram til 2006/07, var hesin vitugi maðurin fastur gestur á Býrarbókasavninum. Onkur hevur sagt um Hans Vang, at ein fór ikki heilt skeivur, at siga klokkutíðiuna, tá hann fór heimanífrá. Hann gekk framvið Gamla Bókhandli, tvørtur um gonguteigin, og framvið Vaglinum.
Seinast hann varð sæddur á hesum dagliga túrinum, hevði hann fyrst eina, og síðani tvær høkjur, at stiðja seg við. Ikki allar dagar helt hann seg at leggja kósina til lesisalin; var ov nógvur kavi ella illa gongt vegna hálku, helt hann seg aftur. Men oftast legði Hans Vang nógv fyri tá hungurin eftir vitan var øgiligur hjá hesum manni.
Hans Vang var náttúrliga áhugaður í samfelagsviðurskiftum, og tá pápi hansara var við til at stovna Sambandsflokkin, so var tað hesin flokkur, sum hann trúði uppá, men so sanniliga ikki fyri einhvønn prís.
Hesin gamli maðurin hevur, alt tað fólk minnast, ið kenna hann væl, verið fyri ríkisfelagsskapinum, men sum Hans Vang sjálvur orðar seg, hevur hann altíð verið meira sosialur enn hann hevur verið liberalur.
Hann misti trúnnað uppá flokkin, sum hann metti er farin út av kós. Flokkinum manglaði tær góðu gomlu sosialpolitisku dygdirnar, sum hann fyrr helt vera so eyðsýndar fyri flokkin.
Men trupulleikin hjá Hans var, at ongin annar flokkur í løgtinginum er, sum hann persónliga hámetur, og tað harmar mannin almikið. Støðan er onki broytt. Hans Vang heldur framvegis, at tað er minni munur á hvør er meira borgarligur, Javnaðarflokkurin ella Fólkaflokkurin.
Tey, sum ikki kenna Hans Vang, virkar hann at vera ein stillførur maður, og ger heldur ikki nógv burturav sær sjálvum, men hann er avgjørt ikki skorin fyri tungubandið, hevur hvassar meiningar um samfelagið og samfelagsviðurskiftir.
Hann kallar seg heldur ikki sambandsmann.
Eg eri unionistur, svarar hann við einum skálkabrosi um nakar spyr.
Hóast hann ikki er í iva um, at ríkisfelagsskapurin gagnar føroyska samfelagnum, so hevur Hans Vang, so sanniliga eisini sína meining um danska embætismannaverkið í Føroyum, sum hann heldur er farið langt av kós, síðani Klerens var fúti, Bjørk var Sorenskrivari, og Mogens Wahl, var ríkisumboðsmaður í Føroyum.
Sum tað eisini kom fram í føðingardagsheilsanini til Hans Vang, á 80 ára degi hansara, hevur hann altíð verið trúgvur kirkjugangari, og búði tá bara hanagleiv frá Havnar Kirkju, har hann eisini hevði sítt fasta pláss, men nú orkar hann ikki til stórt annað enn at lurta eftir guðstænastunum í radiotólinum.
Og so vil Hans Vang ikki kalla føroysku fólkakirkjuna fyri nakað annað enn fedranna kirkja, sum hann metir vera meira hóskandi.
Hóast Hans Vang, hevur universitetsútbúgving, hevur hann bæði beinini á jørðini, og hevur gjøgnum sítt langa lív arbeitt við nógvum ymiskum.
Í sínum ungu árum arbeiddi hann á Thule-støðini í Grønlandi, og var eitt langt áramál bókhaldari í Havnar Timburhandli, men hevur so sanniliga eisini egnt sín part av stampum, tó at hann ongantíð gjørdist sjómaður.
At Hans Vang er ein lesihestur er eingin loyna fyri tey, sum koma á Býarbókasavnið, men tá ið hesin maðurin opnar munnin, er tað heilt týðuligt, at hann hevur lisið nógv, sum hann eisini hevur sogið til sín gjøgnum eitt langt lív.
Ikki fyri at taka nakað frá nøkrum, men favoritturin hjá Hans Vang innan bókmentir, er heilt víst William Heinesen, og íslendski, Laxnes, men hann kann saktans endurgeva aðrar fyri flestu føroyingum, ókendar rithøvundar.
Hans Vang plagdi at taka til, at tað er løgið, at hoyra fólk siga, at ongin lesur Oyggjatíðindi .
Hann vísti í hesum sambandi á, at Oyggjatíðindi, plagdi at vera tað mest listna, men eisini mest stolna blaðið á Býarbókasavninum. Hans plagdi at lesa blaðið við stórum áhuga, og heldur, at mergurin í einum blað er oddagreinin, sum hann sigur seg altíð hava fragd av at lesa í Oyggjatíðindum.
Tá blaðið kom út, sum pappírsútgáva, plagdi Hans at siga, at hann gleddi seg sum eitt lítið barn tvær ferðir um vikuna, tá Oyggjatíðindi kom út, mikudag og fríggjadag. – Eg dylji ikki fyri, at eg vil hava
fjølmiðlar, sum tora. Journalistar, sum mikrofonhaldarar og pappageykar, ella bara sum lýsingahýrubassar, leggur hann lítið í.
Men Die Spiegel hevur eisini sín trúgva lesara í Hans Vang, sum soleiðis sígur til sín, heimligan og alheims vitan um alt millum himmal og jørð.
Hans Vang er bersøgin, kallar ein spaka fyri ein spaka, og hevur fingið staðfest við síni gløggu eygleiðing, at í Føroyum hava vit hugtakið “aksepteraða” korruptión.
Men líka so bersøgin og bræneggjaður, Hans Vang er, líka so lítillátin um sín egna persón kann hann eisini vera, so hendan føðingardagsheilsanin er helst heldur ikki hansara koppur av eingla-te.
Vetrarhálvan hjá Hans Vang, stóð eisini í bókum, í hvussu so er tá hann fylti 80 ár, men í dag er tað tó annarleiðis. Hann gekk annars á kvøldskúla, og var rættiliga kringur at binda bøkur inn.
Hans Vang hevur havt ein trúgvan lívsvin í Tórunn Andreassen, vanliga nevnd Tóta, sum eisini hevur stóra áhuga fyri samfelagsviðurskiftum, og stuðul frá manninum, tá ið hon var politisk aktiv í Sambandsflokkinum, men bæði tvey meta, at tann flokkurin hevur mist sítt sosiala støði.
Tá ið Hans Vang fylti 80 ár, var Hans Vang stúrin fyri tiltakinum, Tórun skipaði fyri í Glitnir, har vinir og kenningar vóru vælkomnir at heilsa uppá. Hans hevði hesa viðmerking:
Eg eri als ikki til stórar samkomur við nógvum fólkum, men tað vermdi um hjartað, at síggja so nógvar vinir og kenningar í Glitnir hendan dagin. Hann takkaði fyri heilsanir og blómutyssir.
Táverandi borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, var og heilsaði føðingardagsbarninum, men løgtingið var eisini umboðað við táverandi formanninum, Edmundi Joensen, sum eisini er persónligur vinur.
Ikki bara teir nærmastu grannarnir vóru og heilsaðu uppá, tá Hans Vang, fylti 80 ár. Handilsmaðurin, Haldor hjá Katrinu Christiansen, var sjálvandi eisini og heilsaði uppá. Hjá honum vóru helst flestu dagligvørur keyptar, men tað er alt bara søga í dag.
Nú eru tíggju ár liðin, og heilsan bilar, men Hans trívist væl á Ellis- og Umlætingarheiminum, sum heimið í dag verður nevnt.
Nú vit eru farin inn í 2017, kundi eg tikið samanum tað, sum rørist í samfelagnum, og sum eg havi gjørt viðmerkingar til á netinum:
Fari eisini her at ynskja øllum eitt gott og eydnuberandi nýggjar.
Til tey, sum kanska hava følt seg stoytt av viðmerkingum mínum, kann eg siga, at tað var ikki illa meint, men samstundis minna á, at tað er avgerandi neyðugt, at øll hava sína egnu rødd.
Við vónini um, at vit finna okkara innara støðufesti, og kanska eisini treiska lyndi aftur í 2017, og nokta pappakeykalutin, at taka upp eftir øðrum, skal mín vón vera, at øll gerast ríkari av framtíðini, tá vit veruliga kenna og læra av tí farna.
Og tað var ikki altíð av tí góða.
Hesar dygdir hevur føðingardagsbarnið, og kundi samstundis gott verið ein heilsan frá honum sjálvum.
Og hesa heilsan hevði eg til løgmann og hansara nýggjársrøðu:
Løgmansrøðan vildi nakað løgið. Gav ikki pláss fyri einum fólkaræði við fleiri meiningum, og tí uppfann løgmaður orðið: eina sterka "Vit-mentan" við sterkum einstaklingum við felagsmeining:
Løgmaður segði:
"Og lat okkum syrgja fyri, at okkara børn arva eitt samfelag við einari sterkari “vit-mentan”.
Tað er altíð hugaligt, at tað gongur væl í samfelagnum, men hví tað altíð skal vera til fyrimuns fyri meðalstættina, politisku- og akademisku stættina, skilji eg ikki. Men hetta kalla tey eisini positiva Vit-mentan, og tað er skelkandi, at so nógv fólk hoppa uppá hasa fidusuna.
Hví skulu so gomul, sjúk og hjálparleys ikki hava part av tí framburði, løgmaður reksaði upp í røðu síni.
Fekk eitt lýsinga-blað við postinum um dagarnar. Har varð við yvirskrift spurt:
Er Karl Marx ikki deyður?
Víst varð til framstandandi búskaparfrøðing í donskum banka, sum hevði greitt frá støðuni í Deadline hjá DR2.
Her greinaði hann tann búskaparliga logikkin á tann hátt, at vit stápla sjampanjugløs omaná hvørt annað í einari pýramidu, skonkja í tey ovastu, og rokna við, at tað dryppar niður til restina, men at tað ikki riggaði.
- Karl Marx ella ikki. Men orkar fólkið ikki at keypa so verður eingin vøkstur, stendur at lesa.
Og so staðfestir blaðið, at arbeiðara- og miðalklassin missir alsamt keypiorku.
Ikki eitt orð um at lyfta tey veikastu, og tí koppa alheims samfelagsskipaninar, men tá er ikki tikið við øll tey, sum krevja, ella hava snígt seg til sína egnu sjampanjufløsku, og onkusvegna klára at skúma fløtan, áðrenn alt annað koppar.
Go´morin øksaskaft, kunnu vit siga, tá ríkisleiðarar ropa og reypa um ein sunnan búskap, sum hongur saman, sum budingur, negldur í veggin, og verður etin av rottunum, sum dansa á gólvinum…
Lønir og pensjónirnar hjá løgtings- og landsstýrisfólkum, og meðalstættini, sum heild, eru so høgar, at tær næstan raka tærnar hjá Jesuspápanum. Hini telja ikki, skilst…
Við hesum orðum, sum eg veit, at gamli jassurin, Hans Vang, tekur undir við, fari eg at ynskja akademikaranum, lesihestinum við síni alvitan, og lívsroyndunum frá gerandisdegnum, hjartaliga til lukku við teimum níti árunum 5. Januar 2017.
Tú gevur mær íblástur.
Dan Klein