Áirnar gerast reinari so hvørt spillivatnsætlanin verður framd
- Arbeiðið at fremja spillivatnsætlanina er nú komið somikið áleiðis, at við árslok verður alt spillivatn vestaru megin Ósánna beint burtur úr ánni, upplýsir Auðunn Konráðsson, formaður í Heilsu- og Umhvørvisnevnd býráðsins.
Tað var í november 2011, at farið varð undir dagføring av spillivatnsætlanini í Klaksvíkar Kommunu, og nú eitt hálvt ár er farið, upplýsir Auðunn Konráðsson, formaður í Heilsu- og Umhvørvisnevnd býráðsins, at tað er komið nakað áleiðis við fremjingini.
Byrjað varð við einum parti av Bøgøtu/Nýggjavegi og Undir Hæddini/Uppsalagøtu, og eru hesi arbeiði so gott sum liðug. Tó er nakað av asfalteringsarbeiði eftir at gera har.
- Í byrjanini av 2012 vórðu 3 arbeiði boðin út: Bøgøta/Mýrivegur, Uppsalagøta/Karlsvegur og Vágsheygsgøta/Fossagøta. Hesi arbeiði eru komin væl áleiðis og verða liðug í summar.
- Nú í juni 2012 verða 2 arbeiði – Nýggivegur/norður og Uppsalagøta/Rygsvegur – boðin út aftrat, og seinni í summar er ætlanin at bjóða onnur 2 arbeiði út: Bøgøta/norður og høvðusspillivatnsleiðing frá reinsiverkinum við Politistøðina og niðan til Svimjihøllina.
Skjótt einki spillivatn í Ósánna vestarumegin
- Sostatt kunnu vit staðfesta, at arbeiðið at fremja spillivatnsætlanina nú er komið somikið áleiðis, at við árslok verður alt spillivatn vestaru megin Ósánna beint burtur úr ánni, upplýsir Auðunn Konráðsson.
- Talan er um eitt stórt tal av leiðingum og rottangum, sum ikki longur fara at renna í áirnar, tí bara í hesum førinum vestaru megi Ósánna er talan um spillivatn frá ikki færri enn umleið 145 rottangum, sum eru avviklaðir og burturbeindir, og spillivatn frá tveimun minni reinsiverkum, tað við svimjihøllina og tað við KÍ høllina.
- Hóast tað er rættiliga langt á mál, so kunnu vit fegnast um, at framstig nú verða gjørt til frama fyri umhvørvið og náttúruna her í kommununi, sigur formaðurin í Heilsu- og Umhvørvisnevndini, ið vegna Klaksvíkar Býráð umsitur hetta málsøkið.
Hevur gingið væL eftir umstøðunum
- Eftir umstøðunum hava arbeiðini gingið væl, hóast onkrir smáir trupulleikar hava verið, og tað er mín fatan, at íbúgvarar eru glaðir fyri, at hetta verður gjørt.
- Tá ið eitt so stórt inntriv sum hetta verður gjørt í kommununi, so umgongst ikki, at onkrir borgarar eru ónøgdir, har tað serliga eru bilførarar, sum fílast at, at grivið verður í vegunum, samstundis sum avsperringin og skeltingin ikki altíð er nøktandi.
- Hetta hava vit tikið til eftirtektar og fara tí í komandi útbjóðingum at krevja av arbeiðstakarum, at teir koma við eini avsperringarætlan, ið skal góðkennast av Ferðslunevndini, og sum verður bygd inn í tíðarætlanina, áðrenn arbeiðini byrja, upplýsir Auðunn Konráðsson, formaður í Heilsu- og Umhvørvisnevnd býráðsins.
Kelda: www.klaksvik.fo