Airbus og skip merkja innflutningin
- Stívliga fjórðingurin av innflutninginum fyrstu 4 mánaðirnar var skip og flogfør. Nýggja flogfarið hjá Atlantic og tey skip, sum eru komin til landið fyrstu fýra mánaðirnir í ár, fylla nógv í innflutningshagtølunum hetta tíðarskeiðið. Tey eru 28% av samlaða innflutninginum higartil í ár.
Vøksturin í innflutninginum fyrstu fýra mánaðirnir í ár í mun til í fjør var 705 mió. kr. Av hesum eiga skip og flogfør 566 mió. kr., svarandi til 80%.
Síggja vit burtur frá skipum og flogførum, er innflutningurin vaksin 10% í ár.
Vit hava innflutt áleið somu nøgd av brennievni í ár, men av tí at prísurin hevur verið væl hægri, er innflutningsvirðið 39 mió. kr. ella 12% hægri.
Innflutningurin er vaksin í næstan øllum vørubólkunum, uttan í tí stóra bólkinum til húsarhaldsnýtslu, har tað merkisvert er ein minking á 1%. Haraftrat er stór minking í innflutninginum av rávøru til fiskavirking, har tað er innflutningurin av ídnaðarfiski, sum er nógv minkaður.
Størsti lutfalsligi vøksturin er av akførum, har vit hava innflutt fyri næstan triðingin meir enn í fjør. Eisini innflutningurin av tilfari til annan ídnað er vaksin nógv, ein fjórðingur meir enn í fjør.
Byggivinnan innflutti fyri áleið tað sama sum í fjør.
Dagførdu innflutningstølini eru nú tøk í hagtalsgrunninum. Trýst á linkin niðanfyri:
http://www.hagstova.fo/portal/page/portal/HAGSTOVAN/Hagstova_Foroya/Hagtalsgrunnur/uttanlandshandil
Kelda: www.hagstova.fo