Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Áhugi er hjá privatum at byggja, fíggja og reka Eysturoyartunnilin

Á vári 2012 avgjørdi landsstýrið, at Eysturoyartunnilin skuldi bjóðast út til privat at byggja, fíggja og reka.

Við støði í hesum hevur Innlendismálaráðið saman við ráðgevum og serkunnleika á økinum kannað, um áhugi er hjá privatum fyri at átaka sær uppgávuna.

Fundir hava verið við fleiri íleggjarar og feløg, og tey, sum vístu áhuga, blivu biðin um at bjóða seg fram í síðsta lagi tann 17. apríl.

Innlendismálaráðið hevur, aftaná at hesar kanningar nú eru lidnar, gjørt av at fara í realitetssamráðingar um eina tilgongd við ein áhugaðan íleggjara.

Samráðingarnar byrja beinanvegin, og bera samráðingarnar á mál, verður ein treytað avtala um einkarrætt gjørd áðrenn jóansøku í ár.

Ætlanin er at koyrast skal ígjøgnum Eysturoyartunnilin í 2018.