Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Áhugavert tiltak um føroyska shippingvinnu í Løkshøll

Hvønn týdning hevur shippingvinnan fyri føroyska búskapin og fyri aðrar vinnur? Hvat fer havnaútbyggingin í Runavík at bera við sær? Kann shippingvinnan gerast meira umhvørvisvinarlig? Og kann Strandferðslan sigla við el í staðin fyri olju millum oyggjarnar?
 
Hetta eru spurningar, sum verða settir á tiltakinum “Mitt í sjónum”, sum verður í Løkshøll komandi mikukvøld kl. 19.00.
 
Á skránni eru fyrilestrar og pallborð og evnini, sum viðgjørd verða, snúgva seg um alt frá farmaflutningi í Norður-Atlantshavinum til herd umhvørviskrøv til altjóða shippingvinnuna.
 
Tað er Javnaðarflokkurin, sum skipar fyri tiltakinum, sum hevur til endamáls at seta sjóneykuna á týdningin av shippingvinnuni fyri føroyska búskapin og fyri aðrar vinnur. Eisini verður spurt, hvussu shippingvinnan og sjóferðsla yvirhøvur kunnu gerast meira umhvørvisvinarlig.
 
Millum fyrilestrahaldararnar eru Jens Meinhard Rasmussen, sum er stjóri á Skansi Offshore og formaður í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip, og Bogi P. Nielsen, sum er stjóri á Faroeship og nevndarlimur í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip.
 
Meira fæst at vita um tiltakið her.