
Dagurin í dag – fríggjadagur – snýr seg um amerikanskan innan- og uttanríkispolitikk. Í morgun byrjaðu vit at hoyra tríggjar serfrøðingar, Thomas Wright, John Hudak og George Ingram greiða frá um forsetavalevnini hesa ferð. Sera áhugavert at hoyra, hvussu amerikanarar uppfata valstríðið millum Clinton og Trump.
Clinton tosar nógv um heilsu og útbúgving, men tað er torført at samanbera við evropeisk viðurskifti. T.d. er eitt av høvuðskrøvum hennara 12 vikur burðarfarloyvi við løn. Trump vil gera Amerika stórt aftur, høvuðsboðskapur hansara er ein skattalækking, sum skal gera amerikanskar fyritøkur kappingarførar.
Ongin amerkanari kann í dag við vissu siga, hvør vinnur hetta forsetavalið, tí sera nógv óróð er á øllum økjum í løtuni. Tvær tær komandi vikurnar koma at avgera, hvør kemur at liggja á odda. Vónandi kemur Hillary Clinton fyri seg aftur, fyri at taka dystin upp, men ringt er at spáa um framtíðina, livst so spyrts?
Aftaná var áhugaverd frágreiðing um filantropiska arbeiðið hjá Google. Talan var serliga um arbeiðið á flóttafólkaøkinum og um javnrættindi innan útbúgving. Hetta er tað, sum millum annað Google brúkar sítt yvirskot uppá, at hjálpa flóttarfólki.
Hetta var eisini nakað serligt at vitja henda stovn, sum jú er kendur um allan heim og kann ráðgeva til ein og hvønn spurning, sum vit hava í dagligdegnum, tá ið vit fara inn á netið.
Seinnapartin í dag hittu vit Kristin Archick og Mark Olezek, bæði kendir serfrøðingar viðvíkjandi amerikanska politikkinum mótvegis Evropa og eisini mótvegis serliga Danmark. Hetta fór fram á Brooking Institution, sum er ein sokallaður ”think-tank”, sum hevur ráðgivið stjórnini síðan 1916.
Aftaná tað vóru vit á sera áhugaverdari rundferð í Kongressini, har m.a. greitt varð frá, hvussu amerikanarar uppfata ”Brexit”, og hvat teir halda um evropeiska felagsmarknaðin. Kongressin er í Capitol-bygninginum. Ein sera áhugaverd vitjan. Kongressin hevur sum sagt sætið í Capitol-bygninginum, og eru har sokallaði tvey kømur – Senatið hevur 100 limir, og kongresslimirnir eru 435 í tali. Hvør statur hevur 2 senatorar, sum sita í senatinum.
Í Kongressini hava statirnir – treytað av tali av íbúgvum – millum 1 og 53 limir.
Henda Kongressin er lóggevandi fyri USA, har hon hevur ábyrgdina av øllum fíggjarætlanum og kanska serliga viðvíkjandi landsins verju og øllum landsins viðurskiftum og handilsavtalum, kring allan heim.
Rundvísingin var nakað heilt serlig, har vit sluppu heilt inn í sjálvan kongressalin. Ein serliga stór kensla.
Nú fara vit so spakuliga at rigga av her í Washington og fara víðari til NY sunnudagin. Har verður so árligi ST-aðalfundurin á skránni.
Heðin Mortensen
løgtingsmaður
,