Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Áhugaverd ráðstevna

Gevandi ráðstevna um seyðahald var á Hotel Føroyum leygardagin við nógvum áhugaverdum gestum.

Til ráðstevnuna høvdu fyrireikararnir fingið vitjandi út Norra, Íslandi og Føroyum til at greiða frá um seyðahald og røkt.

Kjell Arne Augustsen, ráðgevi innan vistfrøðiligan landbúnað í Norra, greiddi frá um seyðin, sum norðmenn kalla gammelnorsk sau ella utegangarsau. Hesin seyðurin líkist nógv føroyska seyðinum. Hann greiddi frá fyrimunum við gammelnorsk sau í mun tað vanliga seyðaslagið í Norra, sum teir kalla kvitsau. Hann segði frá um, hvør marknaður var áhugaverdur fyri norsku kjøtframleiðsluna, har vísir tað seg, at nisjumarknaðurin er tann marknaðurin, sum hevur størstu framgongdina.

Í Norra verður dentur lagdur á at varðveita tað, sum teir rópa kulturlandskap. Til hetta endamálið er best at brúka seyð fyri at sleppa undan, at alt grør til. Norski staturin letur heilt upp í 1250 norskar krónur fyri hvønn seyðin, sum bóndin letur ganga úti á teimum fjarskotnu oyggjunum. Stuðulin er minni, jú tættari tú kemur fastlandinum. Endamálið við stuðlinum er at varðveita plantu- og djóralívið, sum hevur verið í øldir. Partar av norska oyggjasamfelagnum verður varðveitt sum partur av heimsarvinum eins og t.d. kinverski múrurin og pyramidurnar í Egyptalandi.

Eyjólfur Ingvi Bjarnason, seyðaráðgevi, var komin til ráðstevnuna fyri at greiða frá um íslendskt seyðahald. Hann greiddi frá um teirra máta at halda seyð. Um merking og skráseting, hvussu lembingin gongur fyri seg, fóður, bygningar, stuðul og eisini um alingina av íslendska seyðinum. Íslendingar leggja stóran dent á at framleiða nógv kjøt, og hann vísti á, at teir hava havt stóra framgongd í úrtøku seinastu árini. Somuleiðis vísti hann myndir, sum vístu gongdina í seyðahaldinum alt árið.

Hjørdis H. Jensen, búfrøðikandidatur, greiddi frá um nýggjastu royndirnar á Búnaðarstovuni innan seyðahald, har hon hevur skrásett burðarvekt á nýlembdum lombum og sammett veðurlomb og gimburlomb eins og tvílembulomb. Hon hevur somuleiðis kannað, hvussu fóðring áðrenn brundtíð ávirkar tal á lombum.

Á miðdegi fingu luttarararnir døgurða, og síðan hevði Bjørn Patursson, stjóri á Búnaðarstovuni, fyrilestur um seyðasýningarnar, og hvønn týdning tær hava. Hann greiddi frá, hvat var umráðandi fyri seyðahaldið, so vit kunnu varveita tað, sum vit hava.

Jóannes Patursson, bóndi í Kirkjubø, hevði eitt upplegg um eina umlegging av haganum hjá sær og skipanini, sum vit kenna hana. Tankin hjá Jóannesi er, at í staðin fyri at brúka ta gomlu skipanina við fylgjum, hegnar hann hagan av í nøkur stór økir, har seyðurin kann ganga í eina styttri tíð fyri so at blíva fluttur í næsta øki, so planturnar kunnu fáa frið til at kunna vaksa seg stórar aftur.

Síðani segði Eyðun Eliasen, bóndi á Trøllanesi, frá seyðahaldinum í Mikladali og Djúpadali.

Hann greiddi fyrst frá, hvussu seyðahaldið var, tá hann var ungur og um hvussu nógv felli var í haganum og síðani um støðuna í dag, nú hann hevur lagt alt um, so hann fær meira enn lamb upp á ærina og er millum teir hagar í Føroyum, sum kasta mest av sær í mun til áseyðatalið.

Gunnar Bjarnason, búfrøðikandidatur, hevði síðan eitt upplegg undir yvirskriftini “Skipanin av seyðahaldinum í Føroyum og týdningurin av ognarviðurskiftunum, og hvussu hesi ávirka møguleikarnar fyri menning av seyðahaldinum”. Gunnar var atfinningarsamur móti myndugleikunum og teirra manglandi vilja til at gera nakað við hesi viðurskifti og legði dent á, at tað er tørvur á, at tað kemur eitt kjak um hesi evnini.

Seinasti, sum hevði orðið, var Niels Pedersen, formaður í Óðalsfelagnum, sum greiddi frá um ognarviðurskiftini á landbúnaðarjørðini, sædd við eygunum hjá Óðalsfelagnum. Eisini greiddi hann frá teimum úrslitum, sum Óðalsfelagið hevði nátt, eitt nú við at lógin heimilar, at jørð kann skiftast í smærri lutir.

Eftir uppleggini var orðaskifti, har luttakararnir kundu seta spurningar og eisini koma við nøkrum tankum.

Samanumtikið var hetta ein sera áhugaverdur dagur, har luttakararnir brúktu væl av tíð, eftir at alt var liðugt til at kjakast um ymisk evnir, sum høvdu verið umrødd.

Kelda: Búnaðarstovan 28-03-2012