Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Áhoyrarar sleppa at gjalda fyri tónleikin

Konsertirnar á Tórsgøtu Live eru ókeypis. Tann, ið vil kann fylgja við á netinum ella á Rás 1 í Televarpinum, uttan nakað gjald. Men nú geva vit áhoyrarunum møguleika at gjalda fyri tónleikin, um tey ynskja tað. Eitt slag av einum digitalum hatti, ið gongur runt.

Tórsgøta Live varð sett á stovn, fyri at geva tónleikarunum ein pall at framføra á, nú flestu tónleikapallar eru stongdir, bæði fyri at tey skuldu sleppa at framføra sín tónleik, men eisini sum eitt fíggjarligt íkast. 

Higartil hava 10 konsertir verið og í kvøld 2. páskakvøld kl. 21.00, fer Flowin at framføra fyri áhoyrarum beinleiðis úr Reinsarínum umvegis internetið. 

Nógv fylgja við beinleiðis framførslunum, meðan onnur hyggja at konsertunum aftaná, tí tær liggja tøkar á heimasíðuni torsgota.fo, á Youtube og á Facebook. 

Tiltakið er stuðlað av Tórshavnar kommunu og KODA, og tónleikararnir fáa løn fyri at spæla. Hetta er tó bert ein lítil dropið í havinum í mun til tann inntøkumiss, ið flestu tónleikarar hava í hesum døgum.
Tí fáa áhoyrararnir nú høvið, at rinda fyri tónleikin, ið tey hoyra. Peningurin fer til teir tónleikarar, ið framføra. 

Hetta er galdandi fyri komandi framførslur, men eisini fyri tær framførslur, ið longu hava verið. Á torsgota.fo/rinda ber til at velja hvørja konsert, ið tú ynskir at gjalda fyri, og hvussu nógv tú vilt gjalda. Upphæddirnar eru frá 20 kr. og upp til so nógv, sum tú ynskir.  

Rinda