Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Áheitan á politisku flokkarnar frá Ráðgevarafelagnum

Ráðgevarafelagið hevur tikið stig til at senda politisku flokkunum hetta skrivið, tí felagið harmast almikið um, at útlit eru til, at føroyskir ráðgevarar verða settir til viks í sambandi við verkætlanirnar at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.

Frá nevndarformanninum og stjóranum í P/f Eystur- og Sandoyartunlum hevur felagið fingið váttað, at nevndin hevur gjørt av at taka upp samband við norskt ráðgevarafelag í sambandi við projekteringina av báðum tunlunum.  

Hetta tykir okkum at vera ein sera løgin mannagongd, tá neyðugu førleikarnir at standa fyri projekteringini finnast í Føroyum, og tá vanligt annars er, at tílíkar uppgávur verða bodnar út, so allar fyritøkur fáa eins møguleika at bjóða. 

Felagið heldur tað vera ein ósið, at tá stórar verkætlanir skulu gerast í Føroyum, verður stýringin av verkætlanunum ofta avreidd av landinum. Úrslitið gerst tá, at føroysku fyritøkurnar fáa smáuppgávur at taka sær av, sum eru lítið áhugaverdar fíggjarliga og fakliga.

Politiska semjan
Gongdin í tunnilsmálinum tykist serliga løgin, tá havt verður í huga, at politisku flokkarnir í sambandi við semjuna um at gera tunlarnar vóru samdir um, at føroyskar fyritøkur skuldu standa fyri arbeiðunum.

Tá semjan millum politisku flokkarnar gjørdist almenn 5. februar í 2014, var ein av høvuðsboðskapunum júst, at føroyskar fyritøkur skuldu gera arbeiðini. Í grein á tíðindaportalinum in.fo 6. februar 2014 verður m.a. staðfest: 

”Í undirsjóvartunlunum, sum eru gjørdir, hevur ráðgevingin verið útlendsk við føroyskum ískoyti. Men í sambandi við teir báðar tunlarnar, ætlanin nú er at gera, er politiska avtalan, at tað skal kasta so nógv virksemi av sær til føroyska samfelagið sum gjørligt.”

Í greinini undirstrika umboð fyri politisku flokkarnar, at sum frálíður hava føroyskir ráðgevarar fingið fitt av royndum at gera hesi arbeiðini, og at staðfest er í politisku avtaluni, at føroyskir ráðgevarar og føroyskir arbeiðstakarar skulu gera tunlarnar.

Fráboðanin frá P/F Eystur- og Sandoyartunlum um, at felagið fer biðja eina norska fyritøku standa fyri projekteringini, gongur ímóti politisku semjuni. Enn einaferð eru útlit tí til, at føroysk ráðgevarafeløg verða ein viðfáningur í verkætlan í egnum landi.

Førleikar í Føroyum
Stigið, sum P/F Eystur- og Sandoyartunlar ætlar at taka, er óneyðugt, tí felagið veit av, at 90-95 av teimum førleikum, sum krevjast at projektera tunlarnar, finnast í Føroyum. Hetta hava føroyskir ráðgevarar kunnað felagið um.

Føroyskir ráðgevarar hava eisini kunnað tingfólk um, hvørjir førleikar eru í Føroyum at gera tílík arbeiðir. Eitt nú gjørdu føroyskir ráðgevarar linjuføringarnar, projekteraðu vegir, høvdu byggileiðsluna og fakliga eftirlitið við vegum og tunlum í Vága- og Noroyðatunlunum.

Átrokandi er hjá Ráðgevarafelagnum at vísa á, at í meira enn 50 ár hava føroyskir serfrøðingar bygt upp eina ráðgevaravinnu, sum hevur staðið fyri at útbyggja alt Føroyaland, um so talan var um tunlar, vegir, havnir, brýr ella bygningar.

Sera dátt kemur tað tí við, at nú enn stór verkætlan skal av bakkastokki, tykist automatiska hugsanin at vera, at útlendsk feløg skulu takast fram um føroysk feløg. Ráðgevarafelagið heldur hetta vera eina diskvalifisering og stigvísa niðurlaðing av ráðgevaravinnuni.

Ongin føroysk vinna livir av at eta molarnar, sum útlendsk feløg havna, og okkum kemur í hesum sambandi til hugs gongdina seinnu árini í KT-vinnuni. Breið semja er í dag um, at tá størstu uppgávurnar fóru av landinum, var vinnan fyri alstórum smeiti.

Áheitan á flokkarnar
Ráðgevarafelagið óttast fyri, at um almenn feløg ganga á odda at vísa føroyskum ráðgevarum misálit, kann máttloysi fara at gera um seg í vinnuni. Fíggjarliga verður byrðan tyngri, fakliga menningin steðgar, og bjartskygnið fánar so líðandi burtur.

Ráðgevarafelagið heitir tí á politisku flokkarnar um at bera so í bandi, at tann semja, sum varð gjørd um at lata føroyskir ráðgevarar gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, verður hildin, so tunlarnir skapa sum mest av samfelagsligum og vinnuligum gagni í Føroyum.

Á heimasíðuni www.industry.fo hjá Vinnuhúsinum er veitingarskráin hjá ráðgevaravinnuni kunngjørd, og í henni sæst, at føroyskar fyritøkur hava teir førleikar, sum krevjast at lyfta hesa uppgávuna. Tey 5-10 prosentini, sum ikki eru her, fáast skjótt til vega uttanlands.

Sjálvsagt er, at føroyskir ráðgevarar, tá teir taka við uppgávuni, syrgja fyri, at útlendskir serfrøðingar góðskutryggja arbeiðið. Tílík góðskutrygging er trygdin hjá lángevarunum fyri, at ætlanin til eina og hvørja tíð er í tryggum hondum – í Føroyum.

Vinarliga vegna Ráðgevarafelagið

Selmar Nielsen 
formaður