Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

ÅGE SAMUELSEN Í KELDUNI - góðu gomlu evangelisku slagararnir

Norski sangarin Åge Samuelsen er væl kendur í øllum Skandinavia fyri sínar lívsglaðu evangelisku sangir. Hann var føddur í 1915 og vaks upp í Norska býnum Skien. Vaks upp undir trongum korum. Bar upp á sjúku sum barn, og kom ikki at ganga fyrrenn hann var 5 – 6 ára gamal. 

Kristiliga Tíðindatænastan
v/Poul Jóahn Djurhuus
gjaranes@gmail.com

Tá hann var 15 ár, fekk hann ein guitara frá mammuni, og hesin kom at gerast hansara trúgvi lívsfylgisveinur.  Åge kom út í rúsdrekkamisnýtslu, men í 1944 upplivdi hann eitt andaligt gjøgnumbrot í lívinum. Hann gjørdist virksamur limur í Hvítusunnurørsluni í Skien, har hann brúkti sínar gávur sum sangari og sangskrivari. 

Åge Samuelsen skrivaði sangir í hópatali, sang og gjørdist ein sannur sangevangelistur. Hann gav út hópin av plátum, og gjørdist ein nógv eftirspurdur sangevangelistur í Noregi. 

Åge Samuelsen doyði í 1987, bert 71 ára gamal. Í fjør vóru 100 ár liðin síðani hann varð borin í heim, og ein stór minniskonsert varð fyriskipað í stóra salinum í IBSEN-húsinum í Skien, har ikki færri enn 10 tónleikarar framførdu hansara sangir. 

KELDAN Í SKÁLABOTNI
Hóast Åge er farin av foldum, so livir hann enn í sanginum. Leygarkvøldið 15. oktober verður eitt Åge Samuelsen´s treff í Kelduni í Skálabotni. 

Tað er sangarin og konsertfyriskiparin Eyðun Jacobsen, sum skipar fyri. Ikki færri enn 8 føroyskir tónleikarar eru bodnir at luttaka. Hesir koma allir at hava hvør sítt innslag við sangum hjá Åge Samuelsen. Eitt húsaorkestur kemur at sita uppi á pallinum, sum kemur at spæla og syngja ímillum tey ymisku innsløgini, og tað verða sjálvsagt eisini sangir hjá Åge. Eyðun sigur, at tað verður eisini nógvur felagssangur, so áhoyrararnir sleppa at uppliva Åge við síni egnu sangrødd. 

Tað verða bert sangir hjá Åge, sum verða at hoyra leygarkvøldið, og teir vera allir á føroyskum, tí nógvir av sangunum hjá Åge eru týddir til føroyskt og hava verið sungnir í Føroyum  í mong ár, og eru kendir og høgt elskaðir í føroyska samkomu- og kirkjuhøpinum. Her kann verða nevnt, at Jóhan við Neyst í Klaksvík hevur týtt fleiri av hansara sangum.  

Tann, sum ynskir at uppliva glaðu og klassisku sangirnar hjá Åge Samuelsen skal møta upp í Kelduni í Skálabotni leygarkvøldið 15. oktober kl.19.30 

Tað er ókeypis atgtongd og aftaná verður bjóðað til drekkamunn.