Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ágangurin hjá Fíggjarmálaráðnum mótvegis kommununum heldur fram

Seinasta dømi um ágangin mótvegis kommununum, er uppskot um broytingar í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, sum í hesum døgum er sent kommununum til hoyringar. Uttan nakra sakliga grundgeving yvirhøvur, verða útreiðslurnar til stuðul til rentuútreiðslur líðandi gjørdar til eina kommunala uppgávu burturav .

Tá ið løgtingið í 1997 setti verandi skipan við stuðli til rentuútreiðslur í verk, var lutfallið av útreiðslum soleiðis, at av samlaða stuðlinum á 48 % skuldu landið halda 33 %, ímeðan kommunurnar skuldu halda 15 %.

Søguliga gongdin í útreiðslubýtinum millum land og kommunur er hendan:

Ímeðan landsins partur av útreiðslunum í 2018 eftir ætlan er lækkaður úr 33 % niður í 14,5 %, er kommunurnar partur samstundis hækkaður við ½ % í sama tíðarskeiðið.

Uttan nakra frágreiðing ella sakliga grundgeving yvirhøvur er ætlanin, at kommunurnar í 2018 skulu bera meira enn helmingin av útreiðslunum til rentustuðul. So ímeðan landskassin í hesum tíðarskeiðið hevur spart 10 tals milliónir árliga, eru útreiðslurnar hjá kommununum bara øktar.

Hoyringsprosessin

Uppskotið um broytingar í rentustuðulslógini hevur verið sent kommununum til hoyringar seinastu árini uttan nakað endamál yvirhøvur. Fíggjarmálaráðið heldur eftir øllum at døma, at hugtakið at senda uppskot til hoyringar er nokk í sjálvum sær. Men ein hoyringsprosess snýr seg um annað enn at senda, hon snýr seg um at hoyra teir partar, sum verða raktir av einum lógaruppskotið.

Viðmerkingar frá kommununum verða als ikki viðgjørdar enn minni verða tær tiknar til eftirtektar. Tí hóast at kommunurnar í fleiri ár hava gjørt vart við sína ónøgd og víst á skeivleikarnar við býtinum í útreiðslunum, so hava tær ikki so mikið sum fingið eina grundgeving fyri hví, skeiva gongdin skal halda áfram.

Fíggjarmálaráðið kundi eins væl spart sær at sent uppskotið til hoyringar.

Kommunusamskipan Føroya hevur øllum førum ongan áhuga í at verða statist í hesari pseudo hoyringsprosess hjá Fíggjarmálaráðnum.

Kommunali búskapurin syndrast

Broytingarnar í stuðlinum til rentuútreiðslur er bert eitt av mongum dømum seinastu árini, har landsins myndugleikar við primitivari og einfaldari kassahugsan, líðandi, men miðvíst syndra tann kommunala búskapin.

Onnur dømi seinastu árini eru forskattingin av pensjónum, sum hevði við sær, at kommunurnar við einum pennastroki, í framtíðini missa allar inntøkur av skatti frá pensjónum. Broytingar í lutfallinum av inntøkunum í partafelagsskattinum, sum høvdu við sær, at kommunurnar partur minkaði, er annað dømi.

Samstundis hava serskatta skipanir av ymiskum slag havt við sær at alsamt færri gjalda kommunuskatt. Vánaligar skatta avtalur við onnur lond hava við sær at inntøkugrundarlagið hjá kommununum er viknandi. Alt viðurskifti sum kommunurnar ikki hava møguleika fyri at ávirka.

Kommunurnar hava bert eittans bein at standa á, nevniliga kommunuskattin.

Landskassin hevur hinvegin fleiri aðrar inntøkukeldur. Í løtuni eru tað serliga vaksandi inntøkurnar av avgjøldum sum gera, at landskassainntøkurnar vaksa. Í øðrum lagi er ætlanin, at tilfeingisgjald á fiski- og alivinnu skal verða við til at breiðka inntøkugrundarlagið hjá landskassanum. Men ongar ætlanir eru um at geva kommununum lut í hesum inntøkum, hóast tað eru kommunurnar sum í samband við t.d. alivinnuna skulu liva upp til strongu krøv um útlát í firðir, góða vatngóðsku v.m. Kommununum verða álagdar útreiðslur, ímeðan landið tekur sær av inntøkunum. Hetta tykist verða meginreglan fíggjarpolitikki landsins.

Verandi gongd kann ikki halda áfram

Kommunurnar kunna ikki longur góðtaka, at landið áhaldandi undirgrevur fíggjarliga tilverugrundarlagið hjá kommununum, og at landið í sínum fíggjarpolitikki als ikki tekur hædd fyri kommunalum áhugamálum. Hendan kassahugsanin er við til at forfjóna fíggjarliga ábyrgdarbýtið millum land og kommunur, og hevur við sær at alt álit millum partarnar fánar burtur, og at alt samstarv millum land og kommunur framyvir verður merkt av missáliti.

Land og kommunur standa yvirfyri risa avbjóðingum, millum annað í samband við fíggingina av eldraøkinum og annars, hvussu vit sum samfelag skulu fyrireika okkum til demografisku broytingar í standa fyri framman, ikki minst hvussu vit aftur kunna fáa fólkavøkstur í føroyska samfelagið.

Okkara áheitan til Fíggjarmálaráðið skal tí verða at broyta lutfallið aftur, so at bæði land og kommunur fáa ágóðan av, at stuðulin til rentuútreiðslur minkar. Hvørt mansbarn sær at gongdin í útreiðslunum er órímilig, og tað hevði tænt Fíggjarmálaráðnum eisini at ásanna hendan veruleika.

Heðin Mortensen

Formaður

Kommunusamskipan Føroya