Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Afturútsigldur kommunubygnaður

Verandi kommunubygnaður virkar ikki nøktandi og er ein forðing fyri menning. Í verandi støðu er tað ógjørligt at seta langtsiktað mál og leggja strategiir, sum veruliga kunnu tæna kommununum og samfelagnum. Stórur vandi er fyri, at borgarin og vinnan ikki trívast og mennast í smáu kommununum. Tíðin er komin, at politiska skipanin tekur ábyrgd og við lóg skipar fyri kommunusamanlegging

Søguliga gongdin
Kommunubygnaðurin seinastu 30-40 árini nú við 29 kommunalum eindum, har tær flestu eru lítlar og fíggjarliga veikar kommunur, er eitt sera gott dømið á upp á, hvussu fullkomuliga fastlæst politiska skipanin er, tá talan er um at varðveita verandi bygnaðir og skipanir í samfelagnum - og bara alla tíðina síggja burtur frá tørvinum at fremja reformar.

Tað er longu gjørt eitt sera umfatandi arbeiði at lýsa og greina kommunurnar, og tí er ongin orsøk at brúka framhaldandi orku upp á tann partin. Harafturat er upp í leypar av royndum frá samanleggingum í útlandinum - og eisini frá Føroyum.

Sostatt er tíðin nú komin at avgreiða hetta málið, og koma víðari at menna samfelagið - land og kommunur.

Støðan í løtuni
Seinastu nógvu árini hava tær smærru kommunurnar havt stórar trupulleikar við at røkja sínar kommununalu uppgávur, bæði búskaparliga, fyrisitingarligar, tøkniliga og sosialt.

Fyri at sleppa undan samanlegging, og harvið styrkja kommunala virkisgrundarlagið, verða tiknar í nýtslu allar møguligar snildir fyri at sleppa undan samanlegging, eitt nú við samstørvum, sum byggja á frítt val og eru tí meira og minni óformel og óbindandi samstørv. Eisini eru samstørvini ódemokratisk.

Fíggjarliga hava tær smærru kommunurnar ikki ráð til at fíggja, eitt nú infraskipan, bústaðarútstykkingar, skúlar, ítróttarannlegg, eldraøkið oa. Harafturat hava smærru kommunurnar antin onga ella vantandi fíggjarliga orku og førleikar at fyrisita kommunalar uppgávur, tekniska umsiting oa.

Ein lítil kommuna hevur td. ikki ráð til at gjalda fyri eitt barn við serligum tørvi - sum lættliga kostar 1-2 mió. kr. árliga.

Hvat er meiningin at hava eina lítla kommunu, sum nóg illa hevur ráð at mála skúlan í bygdini?

Higartil hevur tað verið upp til kommunurnar sjálvar at avgera samanleggingar. Av tí sama hendir lítið og onki av bygnaðarbroytingum og nakrar samanleggingar eru tilvildarligar - tann seinasta í 2017.

Kommunurnar sigla sín egna sjógv
Eitt gott dømi upp á eitt misskilt kommunalt sjálvræði er, at landið í sambandi við planleggingina av landsins fíggjar- og búskaparpolitikki, letur kommunurnar sigla sín egna sjógv - landið ger ongar árligar bindandi rakstrar- og íløguavtalur við kommunurnar. Karsten Hansen, fyrrv. fíggjarmálaráðharri, byrjaði hetta arbeiðið, men eftirfylgjarin slepti øllum hesum á gólv og vendi ryggin til kommunurnar hesum viðvíkjandi.

Vit síggja dømi upp á, at kommunurnar í góðum tíðum føra ein ekspansivan fíggjarpolitikk ella konjunktur-viðgangandi fíggjarpolitikk við risa íløgum, meðan landið roynir at gera tað øvugta ella halda aftur - vitleyst at arbeiða soleiðis.

Í øðrum londum verður politiskt og formelt stórur dentur lagdur á at samskipa búskapin hjá landinum og kommununum.

Kommunurnar ein statur í statinum
Føroyar eru eitt lítið samfelag og tí vil landspolitikkur og kommunalpolitikkur verða vavdur inn í hvørt annað. Vit hava td. sokallaðar dupultmandatar, sum samstundis eru  landspolitikarar og kommunalpolitikarar. Tí hevur onkur skemtiliga sagt, at Løgtingið er størsta bygdaráð í Føroyum.

Tað er ein stór misskiljing, at kommunala sjálvræðið merkir, at kommunurnar eru javnstillaðar við løgtingið og landsstýrið. Kommunurnar eru undirlagdar løgtinginum og landsstýrinum við lóggávu og reglum, bæði formliga og umsitingarliga.

Tí hava løgtingið og landsstýrið alla ábyrgdina av kommunala bygnaðinum - og ikki kommunurnar og borgararnir í kommununum.

Sagt verður onkuntíð, at ein sjálvstøðug kommuna betri kann varðveita sín identitet - er tað soleiðis, so verður prísurnin høgur, eitt nú við fólkafráflyting og/ ella ongari tilflyting.

Verandi kommunubygaður skapar onga menning
Royndirnar seinastu 30-40 vísa greitt, at verandi kommunubygnaður virkar ikki nøktandi - og tí verða allar møguligar óbrúkiligar neyðloysnir settar í verk. Tað seinasta villa hugskotið/ eksperimentið fyri at sleppa undan neyðugum bygnaðarbroytingum er at skipa Føroyar í td. 5 regiónir/ øki, og við hesum somu 29 kommunalu eindunum.

Føroyar kappast eisini við onnur lond, og tí ræður um at hava ein kappingarføran kommunu- og samfelagsbygnað, soleiðis at borgararnir kunnu trívast og mennast - og ikki flyta úr kommununi/ av landinum vegna vánaligar ella vantandi kommunalar tænastur og/ ella, at ongin flytir til.

Øll vita og hava erfarið, at kommunalið bygnaðurin er afturútsigldur og virkar ikki eftir endamálinum - og tað er ógjørligt at seta langtsiktað mál og leggja strategiir, sum veruliga kunnu tæna kommununum og samfelagnum.

Tíðin er komin politiskt at gera nakað við kommunusamanlegging.

Johan Dahl
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin