Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Aftursvar til Helga Abrahamsen

Hevði ikki væntað, at sjálvur sjefideologur Sambandsfloksins soleiðis sprakk upp úr stólinum, tí eg gav hansara samgongu heiðurin fyri nýggju pensjónslógini, ið skal koma í gildið eftir árslok.

Sjálvsagt var undirritaði greiður yvir, at fyrrverandi formaður Javnaðarfloksins í samgongu við Sambandsflokkin og Fólkaflokkin legði uppskot fyri tingið um eina líknandi pensjónsskipan, sum tíbetur ongantíð gjørdist veruleiki, tí uppskotið fall burtur. Eisini legði fiskimálaráðharri Sambandsfloksins í somu samgongu uppskot fyri Løgtingið, og um tað uppskotið ikki varð broytt í evstu løtu, so hevði tað givið táverandi eigarum av fiskiflotanum og teirra eftirkomarum einkarrætt til fiskirættindini í allar ævir.

Líka so væl sum táverandi fiskimálaráðharri gjørdi eitt mistak, so gjørdi fyrrverandi formaður Javnaðarfloksins eisini álvarslig mistøk. Ímillum annað í nevnda máli, sum beinleiðis gekk ímóti politisku grundsjónarmiðum floksins, har samhaldsfesti hevði verið berandi súlan undir tí stóra framburði bæði fíggjarliga og sosialt seinastu hálvu øldina.

Avleiðingarnar av hesi avgerð eins og privatiseringar av táverandi Føroya Banka og partvís privatiseringin av Atlantic Airways vóru ein so álvarslig høgrasnaring, at Javnaðarflokurin aftaná hetta í eini veljarakanning fór niður á 14 prosent. Tað vil siga, at flokkurin hevði mist útvið helvtina av sínum kjarnuveljarum.

Sum Helgi Abramsen er vitandi um, so er Javnaðarflokkurin komin víðari við nýggjjum formanni. Og við honum sum leiðara verður ikki fokuserað uppá fortíðina, men í staðin verður hugt frameftir. Og tað er helst orsøkin til, at Helgi Abrahamsen er úti á øllum portalum og facebook og viðger eitt lesarabræv frá undirritaða.

Við Aksel V. Johannesen hevur Javnaðarflokkurin fingið sín politiska identitet aftur. At hann tók av tilboðnum frá flokkinum um at gerast formaður, tá flokkurin hevði mist undirtøkuna frá nærum helvtini av veljarafjøldini, tað er tekin um ein djarvan politikara. Óg hóast tað er so stutt síðani, hann kom upp í politikk, so tykist veljarin at hava fingið tokka til formann Javnaðarfloksins sambært seinastu veljarakanningunum.

Ein orsøk er kanska, at hann ikki er bangin fyri at gera upp við eina gamla politiska siðvenju, har teir ymisku politikararnir siga eitt til veljaran áðrenn løgtingsvalið, men brúka so atkvøðurnar til nakað heilt annað eftir valið. Tí hevur Aksel V. Johannesen tvey ár áðrenn løgtingsvalið alment boðað frá, at eitt samstarv við Fólkaflokkin, sum er vorðin meira og meira høgravendur, ikki kann gerast veruleiki við honum sum formanni. Orsøkin er heilt einfalt hon, at báðir flokkarnir liggja so langt frá hvørjum øðrum politiskt, at tað gevur onga meining.

Men vil veljarin hava eitt amerikaniserað samfelag, har gjógvin millum rík og fátæk er so ógvuslig, at tað støðugt meira minnir um støðuna, sum hon var har í 17. og 18. øld, so er bara at velja ein sterkan Fólkaflokk á ting aftur. Tá var tað ein ovurhonds ríkur yvirklassi, sum gjørdi sær dælt av næstan ókeypis arbeiðsmegi - trælum - úr Afrika. Sambært fíggjar- og økonomifrøðingum so er støðan í dag neyvt tann sama.

Tímalønin ið Amerika í dag er á leið 40 krónur. Samstundis er Amerika tað lovaða landið hjá teimun høgravendu, ið stjórna okkara samfelag í dag. Er tað veruliga eitt sovorðið samfelag, ið føroyski veljarin ynskir sær? Argumentið hjá serliga Fólkaflokkinum er, at skatturin skal niður ájavnt tí hjá idealsamfelagnum hjá flokkinum, nevniliga USA. Men hvat er eftir hjá Amerikanska skattaborgaranum, tá 30-35 prosent eru tikin av teimun 40 krónunum?

Einar 25-30 krónur hevur skattaborgarin eftir til húsalán, tryggingar, fastar útreiðslur og alt annað. Samstundis gjalda tey, sum eiga allan fíggjargeiran, millionerar og milliarderar 15 prosent í skatti. Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so gjalda mest sum allar tær ovurríku fyritøkurnar í Amerika 0 krónur í skatti, tí peningurin verður kanaliseraður til skattaskjól í skattaparadísum í londum sum Sveits, Luxenburg og øðrum. Her fyri hevð fyrrverandi fólkafloksumboðið Óli Breckmann ein heitan kapitalistiskan dreym um, at Føroyar skuldu gerast eitt norðurlendskt skattapardís (les skattaskjól). Føroyar skuldu nevniliga liva av at umsita peningin hjá millióningum og milliarderum, sum samstundis skuldu snýta teirra egna samfelag fyri skattin. Jú sanniliga, hetta eru hugsjónirnar hjá tí føroyska Fólkaflokkinum.

Meginpartin av seinastu øld komu øll Norðurlond undir javnaðarleiðslu bæði fíggjarliga og sosialt fram í oddin á teimum sonevndu framkomnu londunum. Tey eru framvegis á odda, og mong eru tey, ið misunna okkum okkara samhaldsfesti og stýrislag. Samhaldsfastar pensjónsskipanir eru ein týðandi partur av grundarlagnum undir einum vælferðarsamfelag.

Hetta haldi eg vera meira vert at halda fast um og eina betri íløgu í framtíðina enn høgravenda ynskið um at breiðka gjónna millum rík og fátæk og harvið taka stig aftur í farnar øldir.

Frank Davidsen

PS. Í gjárskvøldi vóru konan og eg av dóttur okkara boðin, at vera við til Luciakonsert í Norðurlandahúsinum, har ein abba og ommudóttur okkara tók lut í. Tað var ein sonn fragd, at lurta eftir skúlanæmingunum, eins og ein hevur ilt við at finna orð fyri hvussu ótrúliga dugnalig tey vóru. Hugsaði við mær sjálvum hvussu einastandandi heppin okkara skúlaungdómur er, at vaksa upp sum ein náturligur partur av hesi siðvenju, at kunna luttaka í ymsum aktivitetum, uttan at foreldur ella avvarðandi skuldu gjalda nógvan pening fyri tað. Sostatt kunna vit verða samd um, at vit hava kanska ein av heimsins bestu, um ikki tí bestu muskiskúlaskipanumskipan í heiminum, har samhaldsfesti og solidaritetur er lyklaorðið. Í fleiri londum eru tað fíggjarligu viðuskiftini hjá foreldrum og avvarðandi, sum eru avgerðandi fyri um teirra børn fáa henda gylta møguleikan. Tí er tað sum fyrr sagt avgerðandi, at vit ikki framyvur gerast eitt høgrastyrt samfelag sum tildømis USA, har solidaritetur er eitt banniorð. Eitt samfelag har tey ovurríku gjalda lítlan og ongan skatt gjalda, samstundis tey lágløntu og nú meðalklassin má bløða fíggjarliga orsaka tí ultra høgra politikki ið hetta samfelag førur.

-------