Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Aftursvar til Annitu um yvirtøku av landslæknaembætinum

Nú eru vit so von við, at Annita á Fríðriksmørk sigur og skrivar mangt løgið. Hon argar heldur ikki við vilja, sigur hon.  

Nú vil hon so fegin hava Sambandsflokkin at siga ja til yvirtøku av landslæknaembætinum. Grundgevingin er, at danir vilja, og teimum lurtar Tjóðveldi eftir og tí fatar Annita ikki, hví Sambandsflokkurin ikki loypur á leistum og er ovurfegin, saman við Tjóðveldi, Javnaðinum og Framsókn.

Eitt av hennara høvuðsargumentum og seinasta niðurstøða hennara er, at fyri 100 árum síðan lurtaði Sambandsflokkurin ikki eftir einari danskari konu, sum mælti til eina yvirtøku.

Annita vil fyri alt í verðini yvirtaka landslæknaembætið, tí danir halda tað. At yvirtøkan kostar leggur Tjóðveldi onki í, tað vita vit av, og at Tjóðveldi vil slíta seinasta bindiliðið millum sjúkrahússkipanirnar og høga ríkisstandardin, tað vita vit eisini. 

Tað, sum er nýtt er, at Tjóðveldi og Annita halda, at tá ið ein danskur fultrúi hevur sagt gott fyri yvirtøkuni, so er tað fyri henni sum amen í kirkjuni við yvirtøkuni.

At Javnaðarflokkurin glaðbeintur yvirtekur seinasta bindiliðið millum føroyska og danska sjúkrahúsverkið og sleppur tí trygdini, at vera partur av stórum og vælskipaðum sjúkraskipanum og í staðin sendur nýggja rokning til føroyingar, tað hevði eg ikki vænta.

Eg kann bara siga frá, at vit í Sambandsflokkinum hugsa altíð um, hvat tænir Føroya fólki best. 

Grundin til, at føroyska samfelagið telist millum fremstu samfeløg í heiminum er, at sambandsfólk hava haft mót til at sagt ja til tað, sum tænir føroyska samfelagnum gott og kortanei til tað, sum ikki er gott. 

Vit hoppa og dansa ikki eftir nakrari pípu - hvørki hvat danskir politikarar meina ella embætisfólk siga, men hvat, ið tænir Føroya fólki best.

Edmund Joensen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin