Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Afturkalling av kaldroykum feskum vørum frá Sjógæti á Norðskála, løggildingarnr. FO 110

Virkið Sjógæti, afturkallar kaldroyktar vørur pakkaðar eftir 5. Mars 2021, av tí at Listeria monocytogenes er ávíst í nøkrum av vørunum.

Hvør er vøran?

Kaldroykt vøra frá Sjógæti

Pakkað í tíðarskeiðnum frá og við 5 til og við 26. Mars 2021
-200g skivuskorin kaldroykur laksur

-150g stykki av kaldroyktum laksi

-300g stykkir av kaldroyktum laksi
-Heil kaldroykt laksafløk

-150g stykkir av kaldroyktum svartkalva

Hvar er vøran seld?

Vøran er seld í føroyskum handlum

Virkið, ið afturkallar

Sjógæti Sp/f Norðskáli

Orsøk til afturkalling

Sjógæti afturkallar kaldroyktar vørur pakkað í tíðarskeiðnum frá og við 5 til og við 26. Mars 2021 , av tí at Listeria er ávíst í nøkrum av vørunum .

Vandi

Infektión við bakteriuni Listeria monocytogenes kann vera sera vandamikil. Symptomini líkjast influenzasymptomum við fepur, høvuðpínu og í onkrum førum maga/tarm trupuleikum Sí meira um listeria í matvørum her

Ráð til borgaran

Brúkarar kunnu lata vøruna innaftur har hon er keypt, ella burturbeina hana.