Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á myndini: Rúni Juul, Team Rynkeby Føroyar, Durita Tausen, Krabbameinsfelagið, Oddvør Poulsen, Berin og Ása Dánjalsdóttir, Hjartabarnið

Aftur í ár fekk Krabbameinsfelagið handa metstóran stuðul frá Team Rynkeby Føroyar

Peningurin, sum Team Rynkeby Føroyar savnaði inn í sambandi við túrin, ið skuldi verða til París í ár, men varð avlýstur vegna Covid-19, varð handaður Duritu Tausen, formanni í Krabbameinsfelagnum hósdagin.

Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum, sigur soleiðis: 

“Ferðin, sum tit fóru undir í september í 2019, skuldi enda í París. Men soleiðis bleiv tað ikki. 

At enda í París var ikki fremsta málið við ferðini hjá tykkum. Fremsta málið er at hjálpa børnum, sum eru hættisliga sjúk. Og einki sleppur at steðga tykkum. Tit duga at finna uppá ráð. Tíbetur. 

Takk, at tá ið París glapp tykkum av hondum, so mistu tit ikki børnini úr eygsjón. 

Takk. Tí eisini í ár eru tað børn, sum hava brúk fyri tykkara hjálp.”

Tíðindaskrivið hjá Team Rynkeby Føroyar kann lesast her. 

Á myndini: Rúni Juul, Team Rynkeby Føroyar, Durita Tausen, Krabbameinsfelagið, Oddvør Poulsen, Berin og Ása Dánjalsdóttir, Hjartabarnið