Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Projektmynd av komandi Norðuratlantiska mentanarhúsinum á Havnini í Odense

Aftur í ár er Norðuratlantshavið umboða á Odense Havnakulturfestivali

Tíðindaskriv: Í døgunum 25.,26. & 27. mai 2012. Norðuratlantisku feløgini í Odense - Føroyar, Ísland og Grønland eru saman um tiltakið á Odense Havn.

Tiltakið fer fram í einum stórum tjaldi á “Byens Ø” - á sama øki sum Norðuratlantiska mentanarhúsið verður bygt og ætlandi skal standa liðugt á heystið 2013.

Í ár verða ymisk listafólk og ymiskir tónleikarar frá teimum trimum norðurlendsku londunum.

Leygardagin verður framløga av byggi ætlanini av Norðuratlantiska mentanarhúsinum . Fríggjadagurin er ognaður børnunum. Børn frá øllum dagstovnum í Odense Kommunu eru boðin til ein ørvísið dag, hvar ymisk tiltøk verða fyriskipaði, í okkara tjaldið verður m.a. andlitismáling, líma pappírsdukkur í føroyskum búnað - o.a.

Tjaldið á “Byens Ø”

Í tjaldinum verður høvið at hitta umboð frá Føroyingafelagnum í Odense, Íslendingafelagnum, Grønlendingafelagnum og Felagnum Norden - har kunnað verður um londini og arbeiði hjá feløgunum.

Unga Hvalbiar gentan Eva Døgg Bragadóttir fer at syngja nøkur føroysk løg bæði leygardagin og sunnudagin.

Leygardagin 26.mai kl. 17.30 verður grønlendski tónleikabólkurin hjá Nive Nielsen and the Dear Children, at hoyra í “Kabyssuni” á Havnini í Odense Vit fáa høvi at hitta føroysku listakvinnuna Hildigunn Tausen ið fer at sýna málningar og mála fyri okkum sunnudagin frá kl. 11 - 16.

Sunnudagin 27.mai frá kl. 13 til 15 verður møguleiki serliga hjá børnunum at ríða á Íslendskum rossum.

Tað er ókeypis atgongd til øll tiltøkini.

Norðuratlantiska Tjaldið er opið soleiðis:

Fríggjadagin : frá kl. 9 til 13

Leygardagin: frá kl.11.30 til 16.30

Sunnudagin: frá kl. 11 til 16

Stuðla tiltakinum hava : Odense Musikudvalg - Kultur, By- og Kulturforvaltningen, NAPA Nordens Institut i Grønland og Det Grønlandske Hus i Odense.