Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Er hetta ein herferð hjá lærarunum.

Í grein undir heitinum, “Sørvágs skúli er til reiðar til forskúla”, sum var at lesa í Skúlablaðnum, sigur Jóhannis Joensen m.a., at tey bíða eftir forskúlum. Sum grundgeving fyri, hví hann metir, at forskúlar skulu stovnast, sigur hann, at skúlin fær betri møguleika at mynda børnini fyrr. At hann kann fyrireika tey til læring. Og at tey koma skjótari inn í skúlakarmin. Og síðani kemur hann við einari ullintari ákæru um, at dagstovnarnir ikki fyrireika børnini á rættan hátt og ein áheitan á Landsmyndugleikan um at krevja, at øll børn fara í forskúla. 

Eg kann bara undrast, tí flestu argumentini snúgva seg um, at børnini skulu laga seg til skúlan. Men at hetta skal vera ein skilagóð hugsan ella orsøk at fara undir eina byrjandi skúlagongd, loyvi eg mær at ivast í. Í ábreiðsluni móti dagstovnunum, sæst, at stjórin í Sørvágs skúla ikki heldur, at børn byrja at læra, fyrrenn tey koma í skúla - ella kanska hugsar hann, at tey ikki læra nakað av týdningi í barnagarðinum. 

Tað hevur kanska ikki týdning at læra at vera í sosialum bólkum, at brúka og kenna sín kropp, at kenna náttúruna, ella sum tað stendur í lógini fyri dagstovnar: 
við umsorgan, í tryggum og barnavinarligum umhvørvi, at menna og menta børnini á fullgóðan hátt og í samvinnu við foreldrini at geva børnunum eina kristna og siðalagsliga uppaling,
at menna barnanna andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði,
at búgva børnini til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldu í einum fólkaræðisligum samfelag,
at menna tey skapandi evnini hjá børnunum við atliti til at styrkja teirra samleika, sjálvsvirði, sjálvskenslu og evni til at taka sær av egnum viðurskiftum á ein friðarligan og samstarvandi hátt,
at tryggja børnunum eitt heilsugott og rørsluliga stimbrandi umhvørvi innandura og við uttanumøki, sum hóskar til barnsins aldur og førleika,
í samstarvi við heimini at styrkja um barnsins fjølbroyttu menning í tøttum samspæli við náttúruna.

Lat meg bara staðfesta, at greinin í Skúlablaðnum tykist lýsa av væntandi virðing fyri tí stóra námsfrøðiliga arbeiði, ið fer fram á dagstovnunum kring landið. Nei, kanska er sjóneykan ikki beinleiðis á at læra børnini at lesa og skriva - men heldur á fortreytirnar fyri at læra. Har er nemliga so nógv annað, ið skal vera upp á pláss, áðrenn barnið byrjar í fólkaskúla. Og her eru námsfrøðingar serfrøðingarnir.

Eg skilji væl, at skúlar ynskja sær fleiri tímar og størv til lærarar, nú skúlin er so niðurpíndur, og tað eisini eru nógvir lærarar, ið mangla størv - men, tað tað kann altso ikki ganga út yvir børnini. Tað er einki sum bendir á, at tað gagnar børnum at fara fyrr í skúla.

Til dømis kann eg nevna, at ein av forsprákarunum fyri forskúlum í Danmørk, Stig Brostrøm, professari, metti ikki, at tað var neyðugt í Føroyum at fara somu kós sum danir. Tí í Føroyum ganga øll børn í barnagarði, tað gjørdu tey ikki í Danmørk, tá forskúlin fyrst var stovnaður.

Nei, børnini í dag hava longu ov nógv um oyruni, ov nógv tey skulu - lat tey nú fáa frið at vera børn, í tí trygga barnagarðsumhvørvinum til tey eru minst 7 ár.

Jógvan Philbrow,
formaður