Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

AFTUR EIN FERÐ TIL RUMENIA - ótal av hjálparferðum seinatu 23 árini

Í hesum døgum er ein bussur ávegis til Rumenia, sum so mangan áður, við klæðum og øðrum til treingjandi familjur í Rumenia. Tað eru Páll Mørkøre av Eiði og Birgir Andreassen í Havn, sum skipa ferðina, og tey eru tíggju í ferðalagnum. Seinastu 23 árini eru fleiri tílikar ferðir gjørdar.

Kristiliga Tíðindatænastan
v/Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com

Byrjað var at koyra úr Kolding týsmorgunin kl.08.30, og kl.18.45 var ferðalagið komið til Týska býin Kassel, har tey gistu á hotellið. Roknað verður við, at tey koma inn í Rumenia hósdagin. Tá komið er inn í Rumenia verður kósin sett ímóti stórbýnum Targu Jiu og bygdaløgunum í nærumhvørvinum. Har er stórt íbúgvaratal av Romarum (Zigoynarum), og ætlanin er at vitja Zigoynarabygdir og kristnar samkomur av Zigoynarum.    

Millum Zigoynararnar er ómetaliga stórt fátækradømi. Umframt at geva teimum klæðir og aðra hjálp, kemur ferðalagið eisini at hava møtir bæði inni og úti. Møtini verða vanliga væl vitjaði.  Nakrar  samkomur eru grundaðar í seinastuni, og fleiri nýggir salar bygdir við góðum stuðli úr Føroyum. 

Eisini kemur ferðalagið at vitja ein frítíðarskúla fyri Zigoynarabørn, sum liggur í býnum Turgu Jui. Hetta er skúli, sum Páll Mørkøre og Birgir Andreassen, saman við fólki í Rumenia, tóku stig til fyri 5 árum síðani. Skúlin er serliga ætlaður børnum hjá Zigoynarafamiljum, sum ikki klára seg væl í vanliga skúlanum, og sum eru í vanda at detta niður ímillum. Børnini møta upp í frítíðarskúlanum eftir vanliga skúlatíð, og trý lærarafólk hjálpa børnunum við heimaarbeiðinum, og teimum, sum hava tungt við at lesa, skriva og rokna. Skúlin hevur prógvað seg sjálvan við góðum úrslitum. 

Í endanum av ferðini verður vitjað í fyrrverandi kolanámsbýnum, Uricani. Har er barnaheim, sum m.a. føroyingar hava verið við til at byrjað. Har verða nógvir sekkir lagdir eftir við klæðum til foreldraleysu børnini á barnaheiminum. Har verða barnamøtir hildin meðan ferðalagið vitjar. 

Meðan ferðalagið er í Uricani verða nógvar tørvandi Rumenskar familjur vitjaðar. Talan er um barnaríkar og fátækar familjur. Eisini verður vitjað í grannabýunum. Fleiri stórar Rumenskar samkomur eru í umráðnum, sum eisini verða vitjaðar, bæð við klæðum og møtum.

Ferðalagið verður aftur í Danmark 30. oktober.