Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Aftur á kós móti einum sjálvstøðugum Føroyum

Fyri Føroyum skulu føroyingar ráða. Hesi orð eiga at vera so fullkomiliga náttúrlig fyri okkum sum búgva í landinum. Hvør vil ikki ráða yvir sær sjálvum? Men ein partur av føroyingum, hevur søguliga ikki tikið undir við hesum sjónarmiði. Tí er tað stórhending og eitt nýbrot, at løgmaður, formaður Sambandsfloksins, á Ólavsøku kunngjørdi, at hann ynskir at Føroyar gerast sjálvstøðugt land.

Útmeldingin merkir, at loksins er hetta týðandi evni komið aftur á skrá. Fyri flestu føroyingar, óansæð politiskan lit, hevur tað verið ein oyðimarkargongd, at sjálvstýrismál hava verið mestsum deyð og jarðað seinastu árini. Tí er tað djarvt og neyðugt av løgmanni at siga sum er, at tørvur er á broytingum í ríkisrættarligu støðu okkara. Hann hevur púra rætt í, at vit kunnu ikki halda fram at stinga høvdið í sandin og lata sum trupulleikarnir ikki finnast. Vit mugu byrja at skifta orð um og mýkja hetta eksistensiella mál aftur og royna at finna eina semju.

At tað er formaðurin í sambandsflokkinum, ið kemur við útsøgnini, hevur tann fyrimun, at hon noyðir onnur sambandsfólk út úr holunum. Og undir umrøðuni av løgmansrøðuni hevur tað verið áhugavert at hoyra sambandsfólk sjálvi seta orð á, hvussu langt tey eru sinnaði at fara á sjálvstýrisleið. Gleddist um at fleiri teirra siga seg ynskja sjálvberandi búskap, støðugt at yvirtaka fleiri málsøkir og at vit gerast sjálvstøðugt land í einhvørjum felagsskapi við Danmark.

Løgmaður hevur sparkað eitt tiltrongt kjak í gongd innanveggja í Sambandinum um ríkisfelagsskapurin í verandi líki eisini er ein hóskandi skipan framyvir. Við hesum er tað eydnast at blása lív aftur í fullveldiskjakið, og Sambandið hevur yvirhálað Sjálvstýrisflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin við fleiri bátslongdum. Vit fylgja spent gongdini og eg velji at trúgva, at hetta er byrjanin til eitt nýtt tíðarskeið í føroyskum sjálvstýrispolitikki. Har vit megna at finna semju um okkara framtíðar støðu millum onnur lond. Semju um, at fyri at vit skulu fjølgast og trívast, er neyðugt at vit støðugt mennast vinnuliga, mentanarliga og tjóðskaparliga. Tá fullveldisstríðið var fremsta politiska raðfesting frá 1998 fluttu fólk heim í hópatali, tí tey vildu vera við til at byggja land. Hesa kenslu kunnu vit fáa fram í fólk aftur og tá kunnu vit útinna kraftarverk. Eftir sigurin hjá teimum sameindu við El Alamein, segði Sir Winston Churchil hesi víðagitnu orð: “This is not the end. It is not even the beginning. But it is, perhaps, the beginning of the end”.

Kanska hetta er byrjanin til endan á “Danmark forsåvidt angår Færøerne”. Kanska er tað skjótt ein farin tíð, at vit brúka meginpartin av politisku orkuni uppá at kjakast um fyrimunir og vansar við fullveldi og sambandi, alt meðan vit ikki flyta okkum úr stað. Vóni tað ikki er fjart úti í framtíðini, at vit fara at brúka alla politiska orku til at menna einar blómandi, sjálvstýrandi Føroyar. Tí fyri Føroyum skulu føroyingar sjálvandi ráða.

Gunvør Balle

Tingkvinna