Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Aftanfyri jarntjaldið: Tá sensururin arbeiðir og klapparnir reka í rætt

Hvat hendir tá eitt samfelag revsar fyri meiningar og uppfatanir, men tigur tá fólk við somu meiningum verða forfylgd. Hvat er eitt samfelag, sum nýtir sensur og svik fyri at halda børnum frá foreldrum við grundleysum ákærum, og tá foreldur taka lívið av sær. Hvussu kritiskur journalistikkur verður revsaður við justits- morðum og fongsulsdómum, hvussu Ísland er komið burturúr haftinum, meðan Føroyar enn letur seg stýra av jante-prinsippum, sum rættiliga hevur fingið gróðurbotn í føroyskum journalistikki, og har generelt ikki er pláss fyri lóggávuni ella mannarættindaprinsippum.

Dan Klein, blaðstjóri, skrivar:

Fyrst var tað bíbliukøni trúboðarin, sum við bíbilskum teksti, hartaði prestin við endurgevingum úr bíbliuni, fyri at siga gott fyri homoseksuellum hjúnarløgum. Hann er meldaður til løgregluna, og Einglapressan rennur aftaná.

Hevur prædikumaðurin hótt prestin persónliga, so er tað í lagi, at hann sleppur at standa til svars fyri sínum hóttanum, men um hann bara, sum hann sjálvur pástendur, hevur sagt sína meining út frá síni egnu uppfatan av bíbilskum teksti, so er tað nakað heilt annað. Tað er ikki ólógligt at tulka bíbliuna, og hava generellar ekstremar meiningar um hetta. Hvussu nógv hava ikki fasististo´itiskar - og rasistiskar meiningar í Føroyum uttan at verða rættarsøkt fyri tað?

Verður farið eftir prædikumanninum við skeivum indentiónum, so setir ákæruvaldið eld í við at fara eftir manninum, hvørs meiningar trívast sera væl í øllum samkomum, og eisini innan fólkakirkjuna. Men sensururin trívist ikki við fólkaræði og mannarættindaprinsippum, sum seta øll líka fyri lógini. Summi skulu vera meira líka enn onnur.

Haldi ikki, at vit skulu geva pláss fyri beinleiðis hóttanum, men tað má vera pláss fyri ekstremum meiningum, sum er ein partur av fólkaræðinum, sum tað stendur einum og hvørjum frítt at taka undir við ella lata vera.

Gamla Testamenti, verður av fleiri mett, sum tað reina "Taleban", men enn er tað mær vitandi loyvt at endurgeva úr, og verður eisini sera nógv brúkt í kirkjum og í samkomuhúsum.

Fari at minna á, at ein annar prestur, Hans Eiler Hammer, sum var mettur at hava eina serliga bíbilska fatan, av órøttum, fyrst varð skuldsettur fyri pedofeli, og haraftrat stevndur at viðurkenna, at hann ikki mátti hava at vita, hvør dulnevndi útspillarin var, sjálvt um presturin hevði rætt til hetta, sambært lógini, ið eisini varð viðmælt av Almannastovuni.

Útspillarin fekk hjálp frá kommunu og advokati, sum tryggjaði ein dóm, ið var eitt justitsmorð, og prestur mátti flýggja til Noregs.

Her stuðlaði Einglapressan útspillingini, og gav ikki presti møguleika at koma til orðanna í Føroyum. Sjálvt um advokaturin bjóðaði prestinum 25 túsund krónur fyri ikki at fara til landsrættin við vittleysa Føroya rætts dóminum, so helt forfylgingin fram í Noregi við nýggjum ákærum, men presturin var frídømdur.

Í dag brúkar Einglapressan sama advokatin, at rættvísgera, at trúboðarin er meldaður. Hetta er eitt samanspæl, sum vil nakað, og hevur sterkar røtur, men samstundis er ein vanærislig skomm fyri journaliststættina í Føroyum.

Vit hava sostatt somu umstøður, men munurin er kortini, at Hans Eiler Hammer, var bara forfylgdur tí hann hevði nakrar meiningar, sum hann ikki hevði peikað eftir nøkrum ávísum, men sum útspillarin hevði fingið ilt í reyvuna av.

Tað, sum er mest ræðandi er, at Einglapressan verður stýrd at vera partur av sensurinum – antin talan er um bíbilskan sensur, ella bara vanligan sensur, tí pressan sjálv ikki torir. Her skulu fólk tvingast til ikki at hava ávísar uppfatanir, ella tulkingar av bíbliuni, ella generelt at vera kritisk í almannarúminum: Soleiðis hevur tað eydnast at tøma kjaftin fyri frískar tenn, og tí hevur Einglapressan heldur einki bit, og tí heldur ikki nakað tilverugrundarlag.

Í gjár upplivdu vit, at Jesper Dahlin, tók lívið av sær. Lesarar okkara kenna mannin frá bardaganum fyri sínum egnu børnum, sum blivu burturflutt til Føroyar, og aftaná rænd frá foreldrunum av barnavernd og høvuðsbarnavernd – stuðla av einari sjúkari rættarskipan, sum øðrumegin metti Jesper so væl egnaðan, sum foreldur, at hann fekk forfeldramyndugleikan yvir báðum børnunum, men rætturin stuðlaði samstundis uppundir, at hann kundi ikki fáa síni egnu børn, tí hann skuldi í gjøgnum eina serfrøðinga kanning fyri og aðra eftir.

Tá ein kanning varð liðug, varð bara ein onnur kanning uppfunnin, sum rætturin bara stuðlaði, og soleiðis hevur maðurin verið hildin fyri rukku. Donsk pressa hevur havt áhuga í málinum, men Einglarnir hava ikki víst áhugan.

Her er sami advokaturin innblandaður, sum brúkar Einglapressuna í sínum sjúkliga spæli við lagnum.

Í gjár tók Jesper Dahlin, sítt egna lív. Hann hevði fingið nokk, orkaði ikki. Tey trýstu hann til sjálvmorð.

Á jólum fekk Jesper Dahlin eina mynd :

Myndina fekk hann í jólagávu úr Føroyum. Hann var sjálvandi glaður fyri myndina av synunum, men hann helt ikki, at myndin var send av hjartagóðari meining, men fyri at vísa honum, at hann ikki fekk dreingirnar aftur. Ein "hygg hvat vit eiga, sum tú ikki hevur og ikki fært aftur-gáva". Tað føldi hann í hvussu so er, segði hann. Fáur man, sum Jesper, hava skulað prógvað í so nógvum serfrøðingakanningum, at hann er egnaður, sum pápi, eisini við dómum, og so kortini ikki fáa síni egnu børn.

Hesi valdsfólk duga at pína onnur, og fýra ikki fyri at seta seg sjálvi upp um lógina.

Sjálvandi píndist Jesper av støðuni; hann orkaði ikki vamlisligu ætlanina úr Føroyum, at tíðin stjól børnini frá honum,og ætlanin hevur verið, at familjan skuldi fremmandagerast yvirfyri hvørjum øðrum, so føroyska maktsjúkan endiliga kundi vinna við einari sjúkari danskari rættarskipan í rygginum.

Í Íslandi átti kapitalurin pressuna, og stýrdi henni eisini. Kritiskar røddir, sum Einar Már Guðmundsson, komu ikki framat pressuni í íslandi, at ávara í móti hóttafallinum, sum av somu orsøk rakti landið í ólukkumáta.

Í dag er ísland komið víðari, og kritiskur journalistikkur er blivin ein partur av samfelagnum, og vit síggja eisini í hesum døgum, at kapital-mafian nú verður rættarsøkt, og eisini, at pedofilar verða avdúkaðir í almennum sjónvarpi.

Í Føroyum koyrir alt í somu rillu. Bandittarnir frá áttati- og nítiárunum, ganga høgt respekteraðir á bonaðu gólvunum. Onki er broytt. Her er Einglapressan privat og almenn, men heilt týðuliga stýrd uttanífrá, og her hevur man lagt seg eftir, at forfylgja einastu kritisku pressuni fyri at tryggja, at kritikkurin onki andahol skal hava í Føroyum, er hann ikki fyrst í besta Kreml-stýli, góðkendur av ovastu sovjettini.

Her florerar pedofeli, sum almennir myndugleikar opið verja. Børn verða tikin frá foreldrum, og brúkt sum rávøra av hungrandi og tivandi fólki.

Eitt justitsmorð fyri og annað eftir verður framt, og tjóðin er lullað í blund. Blaðstjóri verður dømdur fongsul fyri úttalilsir hjá øðrum, sum sostatt ongantíð sjálvi sleppa at verja seg. Hetta er ein liður í at steðga pressuni, sum noktar at lata seg stýra av maktini.

Vit kunnu siga, at hesar umstøður eru í dag meira kendar úti í heimi enn í Føroyum, tí her er fyrsti prioritetur, at krógva veruleikan fyri at tryggja, at bara tað kemur fram, sum makt-mafian góðkennir.

Men soleiðis er tað, tá sensururin arbeiðir aftanfyri jarntjaldið, og klapparnir reka í rætt.