Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ætlar at taka heimildirnar frá kommununum

- Uppskotið um broyting í løgtingslóg um einkarætt til at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Tanga- og Skálafjørð er ein roynd við ósakligum grundgevingum at taka byggivaldið frá kommununum við endarnar á tunnlinum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.

- Lat okkum fyrst sláa rimmarfast, at Tórshavnar kommuna og kommunurnar í Eysturoynni hava fullan góðkenningarmyndugleika í sambandi við tunnilsgerðina. Tær skulu góðkenna tunnilsætlanina. Tórshavnar kommuna hevur fullan førleika til at taka øll neyðug atlit til verkætlanina.

- Fyriliggjandi uppskot um broyting í løgtingslóg um einkarætt til at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Tanga- og Skálafjørð, er ein beinleiðis hóttan móti okkara kommunala sjálvstýri, tí landsstýrismaðurin ætlar sær við kunngerð at áseta, at hann tekur heimildir og vald frá kommunum.

- Verri er, at grundgevingarnar hjá landsstýrismanninum fyri at taka myndugleikan frá kommununum eru málinum fullkomiliga óviðkomandi, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Einfaldi trupulleikin

- Vit hava fyri stuttum víst á, at í allari almennu viðgerðini av tunnlinum er ikki eitt orð er nevnt um at halda kommununar við endarnar av tunnlinum fíggjarliga skaðaleysar, og tað er heldur ikki eitt orð nevnt um at tryggja framkomiligheit og nýggjan innkomuveg til Havnar, hóast at henda ætlan er ein mansaldur gomul. - Áðrenn ferðslan kemur upp úr undirsjóvartunnlinum inn í høvuðsstaðin mugu og skulu innkomuvegirnir til Havnina vera liðugtgjørdir. Vit hava fleiri ferðir víst á, at tað nyttar onki, at ein Skálafjarðartunnil styttir farleiðina nakrar minuttir – um somu minuttir skulu brúkast til at standa í bíðirøð á Hvítanesvegnum.

- Tí hava vit ferð eftir ferð staðfest, at Tórshavnar kommuna ikki gevur byggi- ella íbindingarloyvi til undirsjóvartunnilin, uttan so at innkomuvegurin til Havnar onkursvegna er við í prosjektinum.** - Um tað er hetta, sum nú fær landsstýrismannin at leggja fram uppskot um at taka heimildarnar frá okkum, so eru í øllum førum grundgevingarnar bæði løgnar og óviðkomandi fyri málið sjálvt.

Ósakligar grundgevingar

- Landsstýrismaðurin sigur beinleiðis í lógaruppskotinum, at hann í kunngerð kann áseta, at hann hevur tær heimildir, sum kommunurnar hava til at veita myndugleikagóðkenning viðvíkjandi tunnilsverkætlanini. Við øðrum orðum ætlar hann við kunngerð at lýsa, at hann tekur allan myndugleika frá kommununum.

- Men grundgevingarnar eru heilt løgnar. Fyrsta treytin fyri, at landsstýrismaðurin skal fáa hesa heimild er, at kommunurnar skulu seta fram ynski um tað. Tað kann hann gloyma, tí kommunurnar í báðum endum á tunnlinum eru fult førar fyri at umsita sín myndugleika á økinum og hava ongan tørv á at biðja landsstýrismannin um hjálp – hetta er í øllum førum galdandi fyri Tórshavnar kommunu. Tí heldur henda grundgeving ikki.

- Men landsstýrismaðurin ætlar sær at kunna nýta eina aðra grundgeving eisini. Hann skal hava loyvi at taka sær neyðugar heimildir, “grundað á fíggjarlig atlit hjá loyvishava”. Hetta kann bara merkja, at landsstýrismaðurin tekur sær rættin til at gera avtalur við loyvishavara, sum hann roknar við at kommunurnar ikki høvdu góðkent.

- Tað kann als ikki góðtakast, at landsstýrismaðurin skúgvar sjálvræðið hjá kommununum til viks, tí hann skal vísa atlit til fíggjarligu støðuna hjá loyvishavanum. Hetta kann bara tulkast sum at landsstýrismaðurin vil frátaka kommununum byggimyndugleikan í sambandi við íbindingarnar.

- Kommunurnar, serliga Tórshavnar kommuna, er ein ógvuliga stórur partur í hesum prosjekti. Prosjektið er øgiliga stórt og í samlaða lutfallinum er kostnaðurin fyri innføringina til høvuðsstaðin smáting. Tí kunnu vit bara endurtaka, at besta loysnin hevði verið, um innføringin varð partur av prosjektinum. Men tað má vera við kommununi sum byggimyndugleika, tí vit mugu hava eina heildarloysn – og innkomuvegurin er ein so avgjørt ein partur av samlaðu loysnini, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.