Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lasse Klein, skrivar

Ætlanin var at keypa ein bústað: Mamma, hví hava vit ikki ráð at blíva búgvandi í Føroyum?

Spurningurin var hvassur, sum eitt tvíeggjað svør. Fór ígjøgnum mønu og merg. Tað sæst skilliga, at spurningurin var torførur at svara hjá mammuni. Pápin segði einki.

Við góðum treysti

Unga parið við tveimum børnum, høvdu ætlanir um at ogna sær ein bústað, eins og flest øll onnur ungfólk í Føroyum.

Bústaðurin tey ætlaðu at keypa, kostaði kr. 1,5 mió.

Tey hildu seg hava eina hampiliga inntøku. Í alt kr. 400.000,00 árliga. Sambært Hagstovu Føroya vóru tey í bólkinum saman við umleið 57%¹) av føroyingum. Tað var tí við góðum treysti, at tey fóru undir at gera eina rakstrarætlan fyri húski.

Skelkandi úrslit

Men úrslitið var skelkandi. Undir teimum umstøðum sum eru galdandi í Føroyum, og við tí kostnaðarstøðinum er eingin livandi møguleiki hjá ungu familjuni at ogna sær sín egnan bústað.

Her er sjón fyri søgn: Sí talvu

Niðurstøða.

Eftir at ALLAR fastar útreiðslur eru goldnar,eru kr. 1.583,00 eftir til mat, klæðir, limagjøld til til ítróttarfeløg, heilivág, barnaferðir o.a. Ein trupul støða!

Lyklatøl

Inntøka í alt kr. 400.000,00. Lán kr. 1.500.000,00 yvir 25 ár við 5,75% í rentu, lán bil kr. 150.000,00 yvir 5 ár við 5,75% rentu. 1 vøggustovubarn, 1 barnagarðsbarn.

Fyri at føroysku fíggingarstovnarnir yvirhøvur skulu játtað fígging, skulu hjúnini í hvussu er hava í minsta lagi millum kr. 12.000,00 og kr. 14.000,00 í tiltøkupeningi pr. mðr.

57% í somu støðu

Unga parið var skelkað. Høvdu trupult at ímynda sær, at tað ikki skuldi kunna bera til hjá teimum, tá tað bar til hjá so mongum. Hann handverkari, og hon røktari á stovni høvdu ongan møguleika at ogna sær sín egna bústað. Hetta hendir hóast tey eftir øllum at døma hava eitt hampiligt inntøkugrundarlag, mugu tey nú ásanna at eingin møguleiki er hjá teimum, ella teimum 57% av føroyingum sum eru í somu støðu sum tey.

Ikki brúk fyri teimum

Tey vóru nú komin til tað úrslit, at í Føroyum var ikki brúk fyri teimum longur, tað ikki var pláss fyri teimum, og tí umhugsa støðu sína.

Er hetta Føroyar?

Ungu familjurnar í Føroyum hava truplar umstøður at virka undir. Kunnu vit bjóða teimum slíkar umstøður? Er einki at gera við kostnaðarstøði? Er einki at gera hjá fíggingarstovnum? Ber til hjá politisku skipanini at taka hond um hesi viðurskiftir?

Tá inntøkan sum hjá hesum unga húskinum er omanfyri eina miðal inntøku, og tey ikki fáa roknistykki at ganga upp, so hava vit eisini ein trupulleika, sum samfelag. Neyðugt er, áðrenn ungu familjurnar stinga í sekkin, at finna eina varandi loysn.

Rópa neyðarróp

Ungu familjurnar rópa neyðarróp! Tí sjálvt við hampiliga góðum inntøkum ber einki til hjá teimum!** Og spurningurin verður hangandi:

Mamma, hví hava vit ikki ráð at verða búgvandi í Føroyum?

Sagt verður, at tað gongur væl í Føroyum, men vit freistast at spyrja – hjá hvørjum?

Lasse Klein

Kelda: ¹) Hagstova Føroya.