Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Adam Smith og Eysturoyartunnilin

Fremsti liberalisturin er Adam Smith, sum í 1776 gav út bókina “Um eyð tjóðanna”. Har kannar hann hvørji politisk tiltøk kunnu fremja vælferðina.

Hann sigur, at umráðandi er at hava privatan ognarrætt til jørð og aðrar framleiðslufaktorar, og at kappingin skal vera frí. Tær væl riknu fyritøkurnar skulu fáa frið at vaksa, og tað kemur ikki upp á tal, at tað almenna skal geva studning fyri at halda teimum vánaliga riknu fyritøkunum uppi.

Adam Smith doyði í 1790. Hann var alt lívið sera áhugaður fyri øllum nýggjum, og heystið fyri var hann á eini samkomu, har luttakararnir í tí sonevndu Stanley-kanningarferðini søgdu frá ferð síni til Føroya og Íslands.

Um so var, at harra Smith reistist úr síni grøv og hoyrdi um tað, sum nú er um at henda í Føroyum, har ein privat fyritøka fer at gera eina nýggja farleið millum Eysturoynna og Streymoynna, so skuldu vit trúð, at hann fegnaðist um, at føroyingar høvdu lært nakað av sær.

Men verður hugt eftir nærri hvar hann sigur, so vísir tað seg, at hann als ikki hevði fegnast um hetta tiltak, tí føroyingar hava fullkomuliga misskilt boðskap hansara.

Í bók síni viðger hann nevnliga hvør rætti mátin er at skipa samferðsluna.

Sum hann ger vart við, eru havnir tann týdningarmesti liðurin í samferðsluni, tí uttan havnir ber als ikki til hjá fyritøkum at mennast og trívast.

Men havnir eru natúrlig monopol. Tað ber jú ikki til at gera tær allastaðni.

Um so er, at ein privat fyritøka er eigari av eini havn, so kann hon taka eitt størri gjald enn útreiðslur av rakstrinum eru og sostatt fáa ein monopolvinning, sum fyritøkan kann nýta til íløgur í øðrum fyritøkum. Hervið verður kappingin reingd, tí havnaeigarin fær ein fyrimun av síni monopolstøðu.

Fyri at sleppa undan hesari reinging av tí fríu kappingina segði Adam Smith, at natúrlig monopol ikki skulu vera rikin av privatum fyritøkum, men av almennum fyritøkum.

Hetta sjónarmiðið hjá Adam Smith hava vit í Føroyum tikið til eftirtektar, og tí er tað, at vit í kommunum okkara hava serligar havnarfyritøkur, sum ikki er ogn hjá kommununi, men eru sjálvstøðugar fyritøkur við sínum egna roknskapi yvir inntøkur og útreiðslur. Hevur fyritøkan vinning, skal upphæddin bert nýtast til havnina sjálva. Bý- ella bygdaráðið kann ikki leggjast á henda vinningin fyri at minka um útreiðslurnar hjá skattaborgarunum.

Somuleiðis hava vit eitt serligt stýri fyri okkara flogvøll. Hann er eisini ein almenn fyritøka. Endamálið við henni er at tryggja, at kappingin millum fyritøkurnar er frí.

Tað sum Adam Smith hevði sagt um Eysturoyartunnilin, er tí, at hann er eitt natúrligt monopol, tí fyri tey, sum búgva í nánd av tunlinum, loysir einki annað seg enn at koyra gjøgnum hann. Tann vandin, sum Adam Smith vísti á, er at henda monopolfyritøka fer at taka eitt hægri nýtslugjald, enn íløgu- og rakstrarkostnaðurin er, og eingin hevur nakra vissu fyri, hvagar vinningurin fer. Lítið útlit er ið hvussu er fyri, at hann fer til tunnilin sjálvan!

Einki er tí at ivast í, at Adam Smith hevði sagt, at sjálvt um ein privatur íleggjari kom og bjóðaði sær til at gera henda tunnil, uttan at tað almenna yvirhøvur hevði nakað við verkætlanina at gera, so hevði tað verið skeivt at tikið av tilboðnum, tí tað hevði verið kappingarreingjandi.

Verður so litið nærri at tí, sum nú er um at henda, so vísir tað seg, at tað privata felagið ikki er serliga privat. Hevði tað veruliga verið privat, so kundi eitt annað privat felag sjálvandi gjørt ein annan tunnil, sum kundi kappast við tann fyrra við at bjóða lægri nýtslugjald. Hesum verður forðað fyri við tí lóggávu, sum løgtingið nú samtykkir, tí løgtingið fer at geva privata felagnum einkarætt.

Talan er tí ikki bert um tað, sum Adam Smith segði vera eitt natúrligt monopol, men beinleiðis um eitt lógásett privat monopol. Hesi kenna vit frá søgu okkara, har Gabel-monopolhandilin fekk mangan feitan bita úr Føroyum.

Gabel fekk tó ikki sítt monopol frá føroyingum, men frá kongi.

Nú eru tað okkara egnu landsmenn, sum geva nútíðar Gabel monopolið og vinningin av at geva einari privatari fyritøku loyvi at leggja skatt á okkum.

Einki er at ivast í, at Adam Smith hevði skundað sær aftur í grøvina, um hann hevði sæð blinda liðið latið sær hetta lynda.

Zakarias Wang