Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Aðalstjórin hevði sjálvur ábyrgdina

Tað er ongin, sum helst ivi um, at Rúni Joensen, táverandi aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, ikki bara skuldi, men hevði skerpaða skyldu til, sambært lógini um ábyrgd landsstýrismanna, at nokta táverandi landsstýrismanni, Kára P. Højgaard, at skriva undir avtaluna við CIP, tí løgmaður hevði ikki heimild at taka málið úr hondunum á landsstýrismanninum, og samráða seg til eina semju við CIP.

Bæði ráðgevin hjá Kára P. Højgaard, og ráðgevin hjá løgmanni, áttu at sagt frá, at løgmaður hevði ikki heimild at taka málið úr hondunum á landsstýrismanninum. Ein av sokallaðu fadrunum til stýrisskipanarlógina, Bjørn á Heygum, advokatur, vil hava høvdið av løgmanni á blokkin at liggja, tó at feilurin fyrst og fremst liggur hjá aðalstjóranum, og løgfrøðisliga ráðgevanum hjá løgmanni, sum hvør í sínum lagi, ikki vóru førir fyri at ráðgeva ávikavist løgmanni og landsstýrismanninum í Innlendismálum eftir lógini.

Løgmaður hevði ikki heimild at taka málið úr hondunum á landsstýrismanninum. Tað átti hansara egni løgfrøðisligi ráðgevi, Sjúrður Rasmussen, at kunnað hann um. Tað gjørdi hann ikki. Tá løgmaður tekur málið úr hondunum á Kára P. Højgaard, hevði hesin heldur ikki heimild at undirskriva avtaluna. Tað átti hansara egni aðalstjóri, Rúni Joensen, at lagt dent á. Tað gjørdi aðalstjórin ikki, og tað er líkaso álvarsamt.

Spell, at tey í Kringvarpinum ikki lesa betur uppá lógartekst og heimildir at virka eftir lógini.

Meira um hetta í blaðnum fríggjadagin.