Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Aðalfundurin hjá Landsfelag Pensjónista

Hósdagin, 2. mai hevði Landsfelag Pensjónista aðalfund. Í nevndini sita nú Arne Thorsteinsson, Elisabeth Ellingsgaard, Inna Nattestad, Alma Petersen og Finnur Johansen. Eykanevndarlimir eru Hans Marius Joensen og Árni Johannesen

Tíðindaskriv frá Landsfelag Pensjónista:

Nevndin skipaði seg við Arne Thorsteinsson sum formanni og Elisabeth Ellingsgaard sum næstforkvinnu.

Á aðalfundinum varð m.a umrøtt, at pensjónin í Føroyum er alt ov lág og minkar í virði ár undan ári. Mest gongur hetta út yvir tey, sum onga aðra inntøku hava. Tí eingin kann liva eitt innihaldsríkt lív fyri 9.600 kr um mánaðan. Nú mugu okkara politikarar taka seg saman og gera nakað við tað.

Eisini varð víst á, at Landsfelag Pensjónista og flestu pensjónista- og eldrafeløg kring landið koyra sera tungt fíggjarliga, tí almenni stuðulin, ið latin verður til virksemi hjá feløgunum, er sera lágur og røkkur ikki vanligan og neyðugan rakstur. Mett varð, at eldrafelagsskapirnir eiga at fáa part í tí veddingarpeningi, sum kemur aftur til landið frá Danske Spil. Víst varð á, at í Danmark fáa eldrafelagsskapir størsta partin av sínum inntøkum frá Danske Spil.

Landsfelag Pensjónista og lokalfeløgini fara tískil enn einaferð at heita á politiska myndugleikan at broyta lógina um ítróttarvedding, so Landsfelag Pensjónista og pensjónista- og eldrafeløgini kring landið fáa ein náttúrligan og rættvísan part av teimum 10 mió., ið árliga koma til landið sum veddingarpeningur. Hetta soleiðis at feløgini framhaldandi kunnu røkja sítt samfelagsgagnliga virksemi til frama fyri tey eldru í landi okkara.