Aðalfundur í tryggingarsamtakinum – larmandi tøgn?
Fríggjadagin í næstu viku verður aðalfundur í tryggingarsamtakinum, har tú sum tryggingartakari hevur atgongd og talurætt. Komm og hoyr, hvat tíni umboð siga – ella kanska í flestu førum ikki siga! Men tú mást í seinasta lagi sunnudagin 22. apríl skrivliga hava boðað høvuðsskrivstovuni frá luttøku.
Skal fyrst nýta høvi at takka fyri tann dygga stuðul, eg fekk til umboðsráðsvalið. Tað pliktar at fáa loyvi at umboða tryggingartakararnar, og skyldan gerst ikki minni av at verða triðifyrst valdi. Skal eftir førimuni gera alt tað, eg eri førur fyri at liva upp til hetta álit.
------------------
Fríggjadagin 27. apríl kl. 17 verður aðalfundur hildin á Hotel Føroyum. Allir tryggingartakarar í Tryggingarfelagnum Føroyar hava rætt at møta og hava talurætt, men tó má tað skrivliga boðast høvuðsskrivstovuni frá luttøku. Hetta má vera gjørt í seinasta lagi sunnudagin 22. apríl. Ein leinkja er á heimasíðuni hjá tryggingarsamtakinum (tf.fo>aðalfundur). Tryggingartakararnir hava ikki atkvøðurætt – tað verður gjørt av umboðsráðnum, sum nú telur 35 fólk.
Tú kanst gera vart við tína hugsan um milliardasamtakið
Hví so møta, kanst tú spyrja? Hevur tað nakra meining at møta, tá ið tú ikki hevur atkvøðurætt? Jú, tú kanst gera vart við tína hugsan um hetta milliardasamtakið, tú ert meðeigari í, og ikki minst hoyra, hvat íð tíni umboð siga og kanska í flestu førum ikki siga!
Tí m.a. kemur eitt fyri tryggingartakararnar sera tíðandi uppskot til atkvøðugreiðslu. Hetta uppskot snýr seg um, hvussu umboðsráðsvalini skulu verða framyvir:
1. sum nú, har tú mást biðja um atkvøðuseðil fyri at sleppa at atkvøða ella
2. um allir tryggingartakararnir skulu fáa tilsendan atkvøðuseðil.
Fellur uppskotið, verður pkt. 1 framvegis galdandi. Sama uppskot var til atkvøðugreiðslu á aðalfundinum seinasta ár, men fall!!
Møguleiki at stýra umboðsráðsvalinum
Hvør kann verða áhugaður í eini eftir øllum at døma so tápuligari skipan, at valevnini til umboðsráðið megu heita á tryggingartakararnar um loyvi at útvega teimum atkvøðuseðil ella at biðja teir sjálvar gera tað og síðan um at velja seg?
Jú, gott nokk er skipanin á pappírinum demokratisk, men í veruleikanum nýta bert færri enn 20 % av tryggingartakarunum rætt sín at atkvøða. Hetta gevur teimum, sum ynskja tað, møguleikan at stýra valinum. Og flestu umboðini eru vald, uttan at tey hava givið til kennar, hví tey ynskja at gerast umboð. Ert tú mistonksamur, kan tú halda, at tað er fyri egnan vinnings skuld, tí tað er ikki so galið at vera innanfyri!
Var á aðalfundinum fyri einum ári síðan sjálvur bert triði umframt ein blaðmann, sum møttu umframt eitt hav av innanhýsisumboðum. Vónandi verður áhugin størri hesuferð, tí við at møta kanst tú gera tær eina mynd av, hvussu hetta milliardasamtak verður rikið og hvussu tú eigur at gera tína ávirkan galdandi, næstuferð tað verður umboðsráðsval.
Johan Petersen,
nývaldur umboðsráðslimur