Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og formaður Sambandsfloksins

Aðalfundur í Sandoyar Sýslu Sambandsfelag

Mikukvøldið 30. januar 2013, hevði Sandoyar Sýslu Sambandsfelag aðalfund, har nevndarval var á skránni. Hesaferð stóðu fyri vali: Hjørmund Olsen og Edmund Nielsen. Hjørmund Olsen bar seg undan afturvali og í hansara stað varð nývald Sigvør Mathilda Djurhuus.

Vit í felagnum takka Hjørmund fyri sín trúgva stuðul í nevndini hesi mongu árini hann hevur hildið lív í felagnum. Hjørmund verður kortini tiltakslimur hjá okkum.

Í nevndini eru nú:

• Alex Jespersen

• Edmund Nielsen

• Sigvør M. Djurhuus

• Jóhan Petur Kjærbo

• Joen Peter Petersen

Tiltakslimir

• Jónes Klementsen

• Hjørmund Olsen

Nevndin skipar seg eftir aðalfundin.

-----

Eftir aðalfundin helt løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, framløgu um útlitini fyri tunli til Sandoynna. Vísandi til samgonguavtaluna skal ein loysn finnast fyri føstum sambandi til suðurøkið. Fylgibólkur við umboðum úr samgonguflokkunum verður settur at nágreina innihaldið í verkætlanini, og hetta arbeiðið skal verða liðugt til heystar.