Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Aðalfundur í P/F Visit Faroe Islands

Í fyrradagin, tann 14. juni, var aðalfundur í P/F Visit Faroe Islands.

Umframt vanligu skránna, umrøddi fundurin gongdina innan ferðavinnuna í Føroyum og tær ætlanir og visjónir, sum landsstýrið og vinnan hava fyri framhaldandi menning av vinnuni.

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, fegnaðist um góðu úrslitini, sum ferðavinnan hevur skapt seinastu árini. Hagtølini vísa, at vit eru framman fyri tey mál, sum vit settu okkum, tá strategiin hjá Visit Faroe Islands varð sjósett fyri nøkrum árum síðani. Vit síggja eitt alsamt vaksandi tal av ferðafólki, tað verða alsamt fleiri starvsfólk innan vinnuna og vit síggja, at alsamt fleiri aktørar og íverksetarar velja at satsa upp á ferðavinnuna.

Poul Michelsen, landsstýrismaður, sigur, at ”úrslitini hjá Visit Faroe Islands og ferðavinnuni sum heild bera boð um eina jaliga menning innan ferðavinnuna, sum sær út til at halda áfram. Eg eri sannførdur um, at hetta er úrslit av eini miðvísari og professionellari marknaðarføring saman við sera dugnaligum vinnuligum aktørum, sum hava dugað at ment nýggj tilboð og sum hava lagt seg eftir at veita ferðafólkunum eina góða tænastu og nakrar serstakar upplivingar."

Men enn er langt á mál og hóast tað við arbeiðinum, sum er gjørt í ferðavinnuni, er eydnast at leingja sesongina, soleiðis at ferðafólk nú eisini koma bæði á vári og á heysti, so er neyðugt áhaldandi at marknaðarføra Føroyar, so hetta tal økist. Hetta er ein fortreyt fyri framhaldandi menning og eini burðardyggari vinnu. Enn er tað soleiðis, at tað er torført at liva av ferðavinnu burturav, eftirsum ferðavinnu-sesongin er ov stutt. Hóast tørvur er á gistingarplássum í hásesongini, so eru enn nógv tóm gistingarpláss ein stóran part av árinum og nógvir aktørar mugu framvegis meiri ella minni niðurleggja arbeiði vetrarhálvuna. Tí er framhaldandi neyðugt at raðfesta ferðavinnuna høgt og at eggja privata partinum av VFI at luttaka í arbeiðinum við einum størri lutfalli enn higartil, helt landsstýrismaðurin.

Ferðavinnan hevur høga raðfesting hjá sitandi samgongu. Málið er, at ferðavinnan framhaldandi verður ment, soleiðis at hon verður ein vaksandi partur undir føroyska samfelagsbúskapinum. Tí hevur landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum sett ein arbeiðsbólk, sum skal orða eina heildarætlan fyri ferðavinnuna í Føroyum. Her verður dentur lagdur á menningina innanlands og teir karmar, sum kunnu stuðla undir eina burðardygga ferðavinnu, hvar atlit bæði verða tikin at náttúru- og djóravernd og eini burðardyggari búskaparligari menning. Arbeiðsbólkurin, sum umframt umboð frá uttanríkis- og vinnumálaráðnum, er mannaður við umboðum úr Ferðavinnufelagnum, Kommunufelagnum, kunningarstovunum og Umhvørvisstovuni, handar landsstýrismanninum síni tilmæli síðst í árinum.

Visit Faroe Islands er somuleiðis týðandi leikari í hesum arbeiði, eftirsum tað er avgerandi, at tað, vit marknaðarføra uttanlands, er tað sama, sum vit selja ferðafólkunum, sum koma til oyggjarnar. Innlendis ferðavinnumenningin skal tí helst taka støði í sama slogani, sum Visit Faroe Islands nýtir í marknaðarføringini. Føroyar skulu framhaldandi vera unspoiled, unexplored og unbelievable. Um vit vilja tað, krevur hetta, at vit standa saman og samstarva um at menna ferðavinnuna, so vit øll mennast við henni og soleiðis at vit framhaldandi eru errin av at bjóða fremmandum vælkomnum til oyggjar okkara. 

Nevndin í Visit Faroe Islands varð afturvald og er nevndin mannað við hesum umboðum: 

Johannes Jensen, formaður
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways
Rúni V. Poulsen, stjóri í Smyril Line
Oddbjørg Højgaard, umboð fyri Ferðavinnufelagið
Fríði Bjørgfinnson Nielsen, umboð fyri Kommunufelagið
Sif Gunnarsdóttir, umboð fyri mentan/ítrótt í Føroyum
Bjørgfríð Ludvig, umboð fyri Tórshavnar Kommunu
Jóhan Pauli Helgason, umboð fyri Uttanríkis- og vinnumálaráðið