
Aðalfundur í Havnar Handverksmeistarafelag
Mikudagin 21. mars 2012 var aðalfundur í Havnar Handverksmeistarafelag. Pauli Hofgaard og Jón Danielsen stóðu fyri vali, og báðir vórðu afturvaldir.
Nevndin skipaði seg aftaná fundin við Paula Hofgaard sum formanni og Jón Danielsen sum næstformanni. Í nevndini sita eisini Sjurður Holm, Magnus Magnussen og Mouritz Mohr. Hesir stóðu ikki fyri vali í ár.