Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fundarluttakararnir júst eftir fundin

Aðalfundur HSFs var týskvøldið

Eftir JÓN KRAGESTEEN tann 29/05/2012.

Aðalfundur HSFs var hildin í kvøld týs 29. mai kl.18 í Hotel Føroyum. Á aðalfundinum vóru 28 fólk umboðandi 12 feløg: Kyndil, Neistan, VÍF, VB, KÍF, Tjaldur, H71, Team Klaksvík, ÍA, Stjørnan, StÍF og EB. Fundurin byrjaði við at tøgn varð hildin til minnis um Ingva Ragnarsson. Til orðstýrara varð Jens Andrias Vinther valdur. Síðani varð komið til ársfrágreiðing formansins, sum Kristian Johansen, formaður, legði fram fyri fundinum.

Fundarluttakararnir júst eftir fundin

Eingin viðmerking var til ársfrágreiðingina og heldur ikki til roknskapin, sum var lagdur fram aftaná, uttan onkur smávegis justering.

Einki mál var komið inn til aðalfundin og tískil varð farið beinleiðis til val av nevndarlimum. Fyri vali stóð Margrið Weihe, næstforkvinna og hon var afturvald. Somuleiðis vóru Egill Steintórsson, Sunneva Jakobsen og Eydna M. Mikkelsen afturvald í starvsnevndina. Sigvør Matras og Jákup Sverri Kass vóru vald sum tiltakslimir.

Undir ymist kunnaði Kristian aðalfundin um, at sponsorsáttmáli er í umbúnað, sum snýr seg um, at bóltar verða sponsoreraðir til allar dystir í Sunset og Atlantic Airways kappingini. Á fundinum var undirtøka fyri at arbeiða víðari við hesum.

Á fundinum varð spurt um, hvat tað hevur at merkja, tá ið tað í ársfrágreiðingini verður greitt frá um, at arbeitt verður við at betra um lógarverkið. Greitt varð frá, at endamálið við hesum er einfalt at gera lógarorðingarnar betri, soleiðis at felagsskapurin er tilbúgvin til at viðgera tey hugsandi mál, sum kunnu koma upp.

Eisini varð komið inn á útmeldingina frá dómarafelagnum um, at kravið at dómarar als ikki skulu vera virknir í feløgunum, verður slept. Hetta verður gjørt fyri fáa størri tilgongd av dómarum.

Kunnað varð um, at allir landsliðshóparnir fara til test sunnudagin 3. juni.

Eftirmetandi prát var um farna kappingarár, hvussu tað hevði gingist og hvørjar hugsanir kappingarnevndin hevði gjørt sær um gongdina.

At enda nýtti formaðurin høvi at takka Poul Magnussen fyri góða og trúgva tænastu. Poul hevur verið í starvi hjá HSF seinastu nógvu árini og verið ein ímynd hjá Hondbóltssambandinum – hann hevur verið tøkur sólarringin runt. Men nú hevur Poul gjørt av, at frítíðin skal nýtast saman við familjuni og hevur sagt upp. HSF fer í næstum at søkja eftir nýggjum skrivara.