Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ábyrgd í etiskum spurningum

Eg kann ikki lata vera við í hesum døgum at hugsa um, hvørja ábyrgd vit sum menniskju hava í etiskum spurningum.

Vit hava eitt útinnandi vald, og ymiskar hjálparfelagsskapir, sum umsita lógir og ymiskar fatanir av etiskum spurningum.

Við hvørt taka hesir stovnar og felagsskapir skeivar avgerðir.

Tey blása eitt mál upp, so tað far álvarsligar avleiðingar.

Tey døma eitt menniskja, uttan at vita rættiliga, hvussu støðan er.

Støðan er ongantíð lýst og viðgjørd.

Sleyg og slatur valda, eisini har.

Hví døma eitt menniskja, áðrenn nakar veit, hvussu vorðið er?

Hugsa tit um, at tað er eitt menniskja tit hava við at gera?

Hugsa leiðslurnar á ymiskum stovnum um tað?

Onkur hevur ábyrgdina og eigur at svara fyri seg.

Framtíðin hjá ofrunum í slíkum málum er heft av, hvussu tey sjálvi fata lív sítt og framtíðina og ikki av dóminum hjá øðrum yvir tey.

Jesus fylgi tykkum.

Vinaliga

Magnus Brahé Jørgensen