Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

F.v. Guðrún Margrét Pálsdóttir, leiðari fyri ABC barnahjálp í Íslandi, Peter W. Gbeneweleh, dómari, og Hilda Viderø, leiðari fyri verkætlanini í Liberia

ABC barnahjálp vunnið sakarmál í Liberia

Nevningatingið í Temple of Justice, rættinum í Liberia, fann í gjár Matthew T. Sakeuh sekan í misnýtslu av ognum, stuldri av ognum og kriminellari ráðagerð.

T-skriv 23. desember 2012:

Tað eru smá trý ár gingin, síðani ABC barnahjálp varnaðist, at alt ikki var sum tað skuldi viðvíkjandi skúlaverkætlanini í Liberia. Líka síðani hevur felagsskapurin arbeitt við at leggja málið fyri liberiska rættin, Temple of Justice. Tað er Hilda Viderø, nevndarlimur í ABC barnahjálp og leiðari fyri verkætlanini í Liberia, sum í hesi trý árini hevur ferðast til Liberia fyri at royna at loysa málið.

Málið skuldin koma fyri 10. juli í ár , men tá rættarfundurin byrjaði kom fram mistanki um, at nevningarnir høvdu tikið ímóti mutri upp á 700 USD hvør. Málið varð tí útsett og kom fyri aftur 15. november. Rættargongdin hevur verið drúgv og strævin, og ikki fyrrenn í gjár barð komið á mál. Úrskurðurin hjá nevningatinginum var, at Matthew t. Sakeuh er sekur í øllum ákærunum ímóti honum. Hann varð funnin sekur í misnýtslu av ognum, sum honum vórðu litnar honum upp í hendur, stuldri av ognum og kriminellari ráðagerð. Dómur fellur væntandi í málinum ímillum jól og nýggjár.

Fleiri amerikanskir felagsskapir hava stuðlað Matthew T. Sakeuh, men tað var bert ABC barnahjálp, sum legði sak ímóti honum.

Høvuðsvitnið hjá ABC barnahjálp var Guðrún Margrét Pálsdóttir, leiðari fyri ABC barnahjálp í Íslandi.

Í øllum hesum hevur ABC barnahjálp ikki bara stríðst fyri egnum rættindum, men ímóti mutri og fyri rættvísinum.

Hilda Viderø hevur verið í Liberia síðani 1. november, og er hetta hennara níggjunda ferð í Liberia síðani í januar 2010. Hon kemur heimaftur til Føroya 2. jóladag.

ABC barnahjálp takkar hjartaliga øllum tykkum, sum á ymiskan hátt hava stuðlað okkum alla hesa tíð. Vit ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.