Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Magni Laksáfoss, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, Bjørn Kunoy, sendimaður Føroya í Moskva og Reidar Nónfjall, floksskrivari og samskipari í Sambandsflokkinum, uttan fyri Sendistovu Føroya í Moskva

Á vitjan hjá føroyska sendimanninum í Moskva

Magni Laksáfoss, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, saman við Reidar Nónfjall, floksskrivara og samskipara hjá Sambandsflokkinum, nýttu høvið at vitja Sendistovu Føroya í Moskva - hetta í sambandi við altjóða fakliga ráðstevnu um búskaparliga og sosiala menning. Bjørn Kunoy, okkara sendimaður í Moskva, tók ímóti og greiddi frá virkseminum á sendistovuni.

Týðandi bindilið millum Føroyar og Russland
Vitjanin á sendistovuni varð hósdagin 2. november. Sendistovan liggur væl fyri í býnum og húsast saman við donsku ambassaduni.

- Magni Laksáfoss greiðir frá, at fyri hann hevur føroyska sendistovan ein týðandi leiklut at halda viðlíka og menna handlissambandið við Russland. Hetta kann vera við til at varðveita og menna nýggj arbeiðspláss í Føroyum. 

- Tað gevur eisini Føroyum enn størri ávirkan og betri møguleikar fyri góðum handilsavtalum og at finna loysnir á ymiskum politiskum málum, um Føroyar hava eina umboðan á staðnum í tí landi, sum Føroyar hava stóran áhuga í at samstarva við. Soleiðis sum støðan er hjá Russlandi í altjóða høpi, so gerst týdningurin av sendistovuni bara enn størri.

- Russland hevur eina ósemju við ES og USA um samhandil og tí er trupult hjá russarum at innflyta matvørur og aðrar vørur og tænastur. Henda støðan kemur Føroyum til góðar og hevur við sær, at Føroyar í løtuni hava munandi part av samlaða innfutninginum hjá Russlandi av aldum laksi, sild, makreli og øðrum vørum og tænastum.

Bjørn Kunoy greiddi á fundinum frá ymiskum tiltøkum, sum sendistovan skipar fyri. Til dømis hava vinnulívsfólk úr Føroyum verið á sølustevnum í Russlandi og møttt russiskum umboðum fyri eitt nú fiski- og alivinnuna, og hildin eru felags mentartiltøk á Sendistovuni, eitt nú saman við landsstýrismanninum í Uttanríkis- og Vinnumálum, Poul Michelsen. Fyri føroyska vinnu eru netverkini í Russlandi alt avgerandi fyri at koma inn á russiska marknaðin við eitt nú vørum og tænastum frá okkara avleiddu vinnum í fiskivinnuni.

Ein annar leiklutur hjá sendistovuni er at vegleiða fyritøkur og persónar og hjálpa til at tilrættaleggja serligar ferðir til Russlands og til Føroyar.

Framtíðar útlitini
Tað er nógv, sum bendir á í løtuni, at samstarvið og samhandilin við Russland stendur við og mennist. Okkara sendimaður í Moskva leggur stóran dent á at halda støðug viðurskifti millum londini. 

Sendistovan hevur síðan henda varð sett á stovn fyri skjótt 3 árum (lat upp í mars 2015), bygt upp nakrar grundleggjandi funktiónir, sum tryggja, at henda kann virka eftir endamálinum. Arbeiðið hjá sendimanninum verður framhaldandi at menna uppgávurnar hjá sendistovuni og tryggja, at samskiftið og samstarvið við Russland er best møguligt. 

Tað er onki, sum bendir á, at handilsósemjur við millum Russland og ES/ USA verða loystar í bræði. Tí eru útlitini fyri framhaldandi stórum útflutningi til Russlands sera góð.

Okkara sendimaður í Moskva fylgir væl við øllum viðurskiftum í Russlandi, sum eru av týdningi fyri Føroyar. Sum sendimaður ræður um at hava fingurin á pulsinum, arbeiða fyribyrgjandi og verða til reiðar, tá avbjóðingarnar og trupulleikarnir íkoma. 

Sambandsflokkurin