Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á virkisvitjan á Føroya lekrastu fyritøku

Gómagott er á mangan hátt í hugaheiminum hjá fleiri helst Føroya lekrasta fyritøka. Fyritøkan framleiðir lekrast hugsandi góðgætið, sum finst á marknaðinum í løtuni. Gómagott er ein lutfalsliga nýggj fyritøka, sum heldur til í gamla bakarínum hjá Alla í eysturbýnum í Havn.

Kirstin Hammer byrjaði at selja ymsar vørur til føroyskar fyritøkur í 2006. Hon seldi eitt nú súltutoy, brendar mandlur, rómabollar, siropp og so seinni sjokulátu. Síðan tá hevur hon roynt at sameina føroyska rávøru við útlendska dygdarvøru í framleiðslu av t.d. konfekt, páskareggum og rómabollum.

Gingið hevur so mikið væl, at eftirspurningurin hevur verið størri enn tey hava verið før fyri at framleiða. Selt verður serliga til vinnukundar, meðan privata smásølan fer fram gjøgnum ymisk sølulið, eitt nú á flogvøllinum og í blómuhandlum. Kundin kann eisini bíleggja konfekt við serligum skapi, og við serligum prenti og/ella búmerki á.

Gómagott fær fyrsta dagin nýggjar maskinur til framleiðsluna og leitar í løtuni eftir egnaðum hølum til bæði framleiðslu og eitt "sjokulátarí" í Havnini.

Borgarstjórin var á vitjan í gjár og royndi m.a. rómabollarnar. Høvið var eisini at heilsa uppá gamla bakaran Alla, sum stakk inn á gólvið at heilsa uppá.