Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á slóðini: Tann triði persónurin

Góður og gamal journalistikkur: Undir revsi- og drápsmálinum í móti Milan Kolovrat, var nógv gjørt burturúr, tá tann nú dømdi greiddi frá túrinum, tá hann elti Modea-bilin, sum fór inn í Norðoyatunnilin. Hendan túrin kveistraði ákæruvaldið til síðis, sum ta reina bluff. Men hesin túrurin er avgerandi fyri, at fáa málið greinað.

Grein úr Oyggjatíðindi 1. mars 2013

Vit hava tímaseðilin hjá kroatanum, sum sigur, at stemplaði inn, hósdagin 3. november 2011, og stemplar útaftur klokkan 00.00.

Piddi hevði gjørt avtalu við ein granna og vin, sum koyrdi hýruvogn um, at teir skuldu fáa sær ein góðan bita, og seinni er komið fram, at teir blivu í góðum lag, at Piddi datt av á sofuni í stovuni. Seinni hevur vinmaðurin greitt frá, at hann fór til hús klokkan 22.

Frá hesum tíðarskeiðinum liggur Piddi verjuleysur og passifiseraður av drukk á Gerðisvegi, og tí eisini sera sárbærur um tað er onkur, sum ætlar honum nakað ilt.

Ákæruvaldið hevur sagt, at Kroatin hevur fyrireikað morðið av Pidda væl, men hendan fyrireiking hansara er ring at fáa eyga á, men vit vita við vissu, at dóttir Pidda, lærdi at koyra bil, og í tí sambandinum hevði avtalað við Milan Kolovrat, at koyra runt við henni aftaná arbeiðstíð.

Á middnátt stemplar Milan út á Bakkafrost, og koyrir beina leið til bústaðin hjá fyrrverandi konu Pidda, har dótturin kemur inn í bilin. Í heilar tveir tímar koyra tey runt á Toftum og á Nesi.

Tá tey bæði koma aftur á bústaðin hjá Duritu, og dóttirin fer inn, velur Milan Kolovrat, at bíða uttanfyri. Helst hevur hann staðið passaliga langt burturfrá fyri ikki at verða sæddur, og helst er orsøkin, at hann hevði fingið at vita, at onkur gestur var inni.

Vit kunnu bara vísa til Facebook síðuna fyri at staðfesta, at Milan var púrasta býttur í Kirstin, og at hann helst bara av svartsjúku, hevur viljað vitað hvør gesturin var.

Tað gongur heldur ikki so long tíð, so gongur hurðin, og út koma trý fólk, fyrrverandi kona Pidda, dóttirin, og so ein fremmandur.

Milan Kolovrat, velur at elta Modea-bilin, men hann steðgar uttanfyri Norðoyatunnilin, og fer ikki inn. Grundgeving hansara er, at hann onki bensin hevur, og at hann heldur ikki hevur pengar á kortinum at keypa fyri hesa náttina, og velur tí at bíða til Modea-bilurin kemur útaftur.

Um løgreglan hevði eftirkanna upplýsingarnar, so funnu tey eisini útav, at kroatin stóð í troti við fleiri túsund krónum, og tí ikki heldur átti pengar at keypa bensin fyri, men hetta var ongin áhugi fyri.

Men lat okkum venda aftur til tunnilin. Modea-bilurin er ikki so leingi inni í tunnlinum, og tá hann kemur útaftur, manglar tann eini persónurin – tann fremmandi maðurin.

Tað er eingin ivi um, at hetta er ein lyklapersónur, sum verður funnin, tá mastrarkanningarnar verða gjørdar fyri hetta tíðarskeið. 

Ákæruvaldið hevur ført fram, at Milan Kolovrat, greiddi frá, at ein persónur – sagt var ikki hvør, var farin av á Gøtueiði. Hví var hon ikki meira nærløgd enn hetta í rættinum. Gøtueiði kann merkja, at onkur fer úr bilinum, og kann vera farin til Gøtu, ella Undir Gøtueiði, sum bara kann vera talan um Skipanes.

Í hvussu so er skal eingin hava fatan av, at persónurin í veruleikanum fór av í Søldarfirði, men tað var júst tað, sum hendi. Persónurin fór av í Søldarfirði, og talan var um dóttir Pidda, Kirstin. Hetta kundi verið nevnt beinanvegin, tí tað var ein frágreiðing uppá, at hon júst fór av í Søldarfirði. Har búði trúlovaði hennara.

Nú var bara fyrrverandi kona Pidda, Durita, eftir í bilinum. Restina kenna tey flestu. Hon koyrdi bilin út á Toftir, men hon var so deyðatroytt, at hon langt frammanundan hevði avtalað við Milan Kolovrat, at hann skuldi koyra børnini í skúlan við Løkin, fríggjamorgunin, har hon sjálv var lærari.

Vit vita, at Milan arbeiddi frá klokkan 16 til klokkan 24, hósdagin, at hann síðani koyrdi við Kirsten, og aftaná  elti Modea bilin til Norðoyatunnilin og útaftur á Toftir.

Tað, sum er áhugavert er at vita hvar hinir persónarnir hava verið meðan Milan var til arbeiðis, frá klokkan 22:00, hóskvøldið 3. november 2011, og fram til klokkan 02:00, fríggjamorgunin 4. november 2011. Men tær mastrarkanningarnar hevur ákæruvaldið ikki vilja almannakunngjørt fyri at sleppa persónunum undan óneyðugum illgruna.

Og so tað altavgerandi: Hvør var tann triði maðurin, sum fór av í Norðoyatunnlinum. Hann er jokarin. Vit vita at videoupptøkurnar í tunnlinum eru fyribeindar. Vit vita eisini, at hann varð settur av beint áðrenn tunnilsmunnan í Klaksvík, sum er vanligur trafikkur fyri at sleppa undan at gjalda tunnilsgjald, men ongin sleppur undan mastrakanningum, heldur ikki:

Tann triði persónurin.