Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á hvørjum ári fáa á leið 225 føroyingar staðfest krabbamein

Á hvørjum ári fáa á leið 225 føroyingar staðfest krabbamein Á hvørjum ári fáa á leið 225 føroyingar staðfest krabbamein. Húðkrabbi og krabbi í prostata eru tey krabbameinssløgini, sum gera mest um seg, vísa hagtøl fyri 2005-2011 Hjá nærum fimta hvørjum, sum fær staðfest krabbamein, er talan um húðkrabba. Tilburðirnir av húðkrabba liggja vanliga omanfyri 40, men í fjør var talið niðri á 22. Samstundis er talið á skrásettum tilburðum av móðurmerkjakrabba fallið munandi, úr 16 í 2005 niður í 6-7 tilburðir seinastu árini. Hetta kann vera ein ábending um, at krabbamein, sum stendst av ov nógvari ultraviolettari stráling frá sól ella solarium, kvinka rætta vegin.

Munandi fleiri mans hava fingið diagnosuna prostatakrabba seinastu árini. Ímeðan 19 tilburðir vórðu skrásettir í 2005, so var talið meira enn tað dupulta í fjør, tá 44 tilburðir vórðu staðfestir.

Bróstkrabbi, sum millum kvinnur er vanligasta krabbaslagið, tykist liggja rættuliga støðugt. Hesi seinastu sjey árini eru árliga millum 20 og 26 tilburðir staðfestir. Lungakrabbi telist eisini millum tey vanligastu sløgini av krabbameini. Árliga fáa um 15 føroyingar staðfest lungnakrabba, og liggur hetta rættuliga støðugt.

Tá talan er um undirlívskrabba, so eru tølini rættuliga ójøvn. Í 2008 vórðu einans 7 tilburðir skrásettir, ímeðan teir árið eftir taldu heili 29. Tølini fyri undirlívskrabba eru einans skrásett seinastu fimm árini.

Tað var eitt stórt framstig, tá tey føroysku hagtølini í 2009 vórðu løgd inn í norðurlendsku krabbameinsdátugrunnin Nordcan www.ancr.nu . Nú ber til at finna føroysku tølini á alnetinum, og bera tey saman við onnur lond.

Tølini fyri 2011 skulu tó takast við fyrivarni.

http://www.krabbamein.fo/Default.aspx?ID=8&PID=3&NewsID=692&Action=1