Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á føroyskum veingjum í 25 ár

Atlantic Airways hevur 28. mars flogið millum Føroyar og umheimin í 25 ár. Í hesum sambandi varð móttøka í hangarinum á flogvøllinum í gjár.

Tíðindaskriv:

Atlantic Airways fleyg sín fyrsta túr millum Vágar og Keypmannahavn 28. mars í 1988 við føroyskari manning og fleiri umboðum fyri almennu Føroyar, ið høvdu sett felagið á stovn í november 1987.** Áræðið í felagnum var stórt frá fyrsta degi. Starvsfólkini kýttu seg nógv fyri at fáa felagið at standa seg í kappingini við Mærsk Air, og føroyingar tóku væl undir við nýggja felagnum.

Fyrsta árið fleyg Atlantic Airways 36.000 ferðafólk, og í 2012 flugu 208.000 fólk á rutunum hjá felagnum. Ferðafólkatalið um flogvøllin er meira enn tvífaldað síðan 1988.

Menningin í føroyskari flúgving hevur sostatt verið stór, síðan Atlantic Airways fleyg fyrsta túrin. Felagið sjálvt hevur eisini støðugt ment seg og er nú farið undir at skifta British Aerospace-flogførini út við Airbus-flogfør.

Sterkt og nógv ment felag

Atlantic Airways hevði fyrsta rakstraravlopið í 1995 og hevur havt avlop øll árini síðan uttan í 2009, og felagið er í dag sterkari enn nakrantíð. Eginpeningurin er 247 mió. kr.

Felagið telist millum størstu arbeiðspláss í Føroyum. Ársverkini eru 174, og meginparturin av starvsfólkunum stendur fyri flúgving, tekniskum viðlíkahaldi og avgreiðslu av flogførum.

Atlantic Airways hevur ment fleiri flogrutur síðan byrjanina. Best umtókta farleiðin er farleiðin til Keypmannahavnar, men felagið hevur eisini ment ferðasambandið til Íslands, Noregs og Bretlands og síðan í fjør sett Spania á rutukortið. Felagið hevur eisini flogið til Grønlands og Svøríkis.

Við rutuflogførunum hava flogið tilsamans 2,6 milliónir fólk síðan 1988. Leiguflúgvingin hevur eisini kastað fitt av sær. Tilsamans hava 1,1 millión ferðafólk flogið leiguflúgving við felagnum.

Tyrlurnar hava røkt týðandi samfelagsuppgávur í Føroyum. Felagið yvirtók tyrluflúgvingina innanlands í 1994, og í 2001 átók felagið sær eisini at standa fyri leiting og bjarging kring Føroyar við tyrlum. Seinastu árini hevur felagið eisini verið virkið í frálandavinnuni.

Airbus 319 ein stórhending

Ein av størstu hendingunum var, tá Airbus 319-flogfarið kom til Føroya 22. mars í 2012. Við hesum flogfarinum varð sjøtul settur á eitt nýtt tíðarskeið í føroyskari flúgving, og felagið fór beinanvegin at flúgva beinleiðis til Barcelona.

Í summar fer felagið eisini at flúgva til Milano, og í sambandi við, at felagið haraftrat skal flúgva leiguflúgving fyri Atlantis Rejser, væntast næsta Airbus-flogfarið í juni og tað triðja í oktober 2013.

Felagið hevur havt níggju nevndarformenn síðan 1988. Teir eru Eyðfinnur Jacobsen, Christian Andreassen, Bjarni A. Bjarnason, Óla-Sven Nolsøe, Finnbogi Arge, Kaj Johannesen, John P. Danielsen, Hjarnar Djurhuus og nú Niels Mortensen.

Fyrsti stjórin var Heri Mortensen, sum var stjóri frá 1988 til 1995. Magni Arge hevur verið forstjóri síðan 1995, og í dag eru í eisini Marius Davidsen og Joen Remmer í stjórnini.