Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á fólkaatkvøðuni í 1946 vrakaði Føroya fólk uppskotið frá donsku stjórnini um innliming okkara í Danmarkar ríki

Vit tóku heldur ikki undir við at hava umboð á danatingi ella at fáa pening úr Danmørk.

Tingmenninir Antinis Sørensen, Dánjal Petur Jacobsen, Fríðrikur Bláhamar, Hans Pauli Klein, Jákup í Jákupsstovu, Jógvan Frederik Kjølbro, Pauli Dahl, Poul Petersen, Rasmus Rasmussen, Rikard Long, Sámal Ellefsen og Thorstein Petersen, sum vóru meiriluti tingsins, fóru undir at seta vilja okkara í verk.
Hesir tingmenn eru fremstu hetjur í søgu okkara.

Uttan nakra sum helst heimild forðaði danska stjórnin teimum at útinna hetta bragd.

Tann skylda, sum nú liggur á okkum, er at fullføra tað, sum hesir undangongumenn vóru farnir í holt við.

Uttanflokkalistin til fólkatingsvalið vil átaka sær hesa skyldu.

Enn noyðast vit tíverri at lata okkum lynda at hava umboð á danatingi.

Stillar eingin upp ella fer eingin á val, so kunnu ørindasveinar donsku stjórnarinnar, eins og í september 1953, avlýsa valið og sita við danskari løn í fýra ár afturat.

Okkara umboð á danatingi fer tí
1. At krevja at ríki okkara fær eina stjórn, sum er javnbjóðis við stjórn Danmarkar.
2. Í samsvari við samtykt Føroya fólks í 1946 at sýta fyri at taka við danskari løn.
3. Eins og Thorstein Petersen ikki geva nakað hátíðarligt lyfti um at halda donsku stjórnarskránna.
4. At røða á føroyskum á danatingi.

Zakarias Wang,
valevni uttanflokkalistans til komandi fólkatingsval