Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á flot við Westward Ho

“Ein dagur á floti” er ein fiskitúrur, ið er ætlaður næmingum í 6. flokki í fólkaskúlanum í Tórshavnar kommunu. Hetta er ein steypakapping, sum 6.a í Santa Frans skúla vann hesaferð.

Fiskitúrurin er skipaður sum ein steypakapping, og í ár er 4. ferð, at steyp verður handað. Tvey eru í Skúlanum á Argjahamri, eitt í Hoyvíkar skúla, og nú er eitt í Sankta Frans skúla.

16 fiskitúrar hava verið í ár, men tað hevur tikið langa tíð at avgreiða teir, tí tað hevur viðrað so illa í september. Tann fyrsti túrurin var týsdagin 4. september, og eftir ætlan skuldi tann seinasti vera 14. september. Men gakk – veðrið hevur ikki verið til vildar, og um miðjan september var so harður streymur, at tað bert bar til at fara út í fínasta veðri. So ikki fyrr enn 27. september var seinasti túrurin.

Tað er at fegnast um, at undirtøkan til túrarnar er so góð, og manningin á Westward Ho sigur, at næmingarnir í øllum flokkunum, sum hava verið við, hava verið fyrimyndarligir, teir hava bæði verið hugagóðir og raskir. So helst verður onkur teirra sluppvinur um nøkur ár og kanska manning, tá 6. flokkar ella onnur fara út við Westward Ho.

Eitt av endamálunum við túrinum er, at tey vaksnu eisini kunnu fara við, tá næmingarnir fara á flot við Westward Ho, og aftur í ár hava fleiri tikið av hesum møguleika. Tað er stuttligt og gevandi, at tey vaksnu eisini fáa høvi at taka lut í tí, sum næmingar fáast við í skúlahøpi.

6.a í Sankta Frans skúla, sum í morgun fekk steyp til ognar, kennir alt til hetta við veðri og streymi, tí teirra túrur varð útsettur ikki minni enn tríggjar ferðir, so endiliga eydnaðist, og ikki kann sigast annað enn, at væl gekk. Flokkurin fekk 53 fiskar og vann sostatt kappingina.

Túrurin hjá 6.a í Sankta Frans skúla var mikudagin 26. september, og lærararnir, sum vóru við teimum, eru Ingolvur Gunnarson og Poulina Sættanes.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði, tá hann handaði steypið í morgun, at Tórshavnar kommuna er ógvuliga fegin um, at skúlarnir hava tikið so væl undir við tiltakinum. Hann ynskti tí ovurfegna 6. a í Sankta Frans skúla hjartaliga tillukku við steypinum.