Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á býráðskafé í Kaldbak

Jógvan Arge, Tórshavn, valevni á Lista E:

Valevni Tjóðveldis til býráðsvaldið eru farin á rundferð til størru bygdirnar í Tórshavnar kommunu. Fyrsti fundurin var í Kaldbak, har ferðslutrygdin á vegnum millum húsini og býlingarnar var heitasta evnið.

Vegurin er gamal og smalur og trygdin hjá ferðandi ivasom. Teir ymsu vegirnir trongja til at verða endurnýggjaðir og breiðkaðir og ferðslan skipað á tryggari hátt. Betri møguleikar at seta bilar frá sær eiga eisini at verða útvegaðir.

Listi E hevur eitt serligt brot í síni valskrá um bygdirnar. Har verður sagt, at politikkurin er, at fólkið í bygdunum hevur somu kor og somu tænastur, sum fólkið í tættbýlunum. Tí er umráðandi at reka ein virknan politikk í bygdunum og virða teirra sereyðkenni.

Umráðandi er at hava gott samband við fólkið í bygdunum, og vit virka fyri, at alt, sum hevur við bygdirnar at gera, fer um eina og somu skrivstovu, sum sær til, at málini verða viðgjørd og avgreidd á røttum stað í rímiligari tíð.

Henda stevna skal fatast sum ein útbygging av teirri skipan, sum vit í dag hava við staðbundnum nevndum við umboðum fyri bygdarfólkið og býráðið, ið hittast av og á at viðgera og ummæla mál, sum eru bygdunum viðkomandi.

Fleiri nýggjheitir eru á veg í Kaldbak. Býráðið hevur í hesum døgum til viðgerðar eitt uppskot um at seta á stovn ein ungdómsklubba í Kaldbak eftir sama leisti sum eitt nú á Norðasta horni, ið hevur eydnast væl.

Fimleikahøll í Kaldbak er á breddanum. Býráðið hevur játtað pening til at fyrireika virksemishús og/ella fimleikarhøll í bygdum kommununnar. Kaldbak liggur fyrst fyri at fáa greiðu á og koma víðari við, tí ongin fimleikarhøll varð gjørd, tá skúlin varð víðkaður fyrst í øldini.

Eini slíkari hevur bygdin brúk fyri, og helst hevur hon brúk fyri einum bygningi, sum er meir enn tað. Tað er tað konseptið, sum umsitingin hevur fingið boð um at arbeiða við, so vit fáa ta bestu loysnina.

Onnur ætlan er at gera eina farstøð til Bussleiðina og víðka kirkjugarðin. Byggisamtyktin fyri Kaldbak varð broytt herfyri, so nøkur grundstykkir kunnu leggjast aftrat býlingunum við Á og á Gørðum. Tað fegnast kaldbaksfólk um.

Kaldbaksfólk fýltust á, at smátingini og ruddingin í bygdini ikki verða røkt so væl, sum ynskiligt er, og kunna hugsa sær, at bussarnar koyra eitt sindur í vikuskiftinum eisini.

---