
91 % av einnýtisíløtunum latin inn aftur í 2015
Síðani 2007, tá fyrstu loyvini vórðu latin til at innflyta, framleiða og selja drykkir í einnýtisíløtum, hevur Umhvørvisstovan gjørt upp, hvussu nógv av seldu íløtunum verða latin inn aftur og send til endurvinningar fyri eitt ávíst ár.
Sølan av einnýtisíløtum er økt munandi síðani 2007, og liggur sølan nú á umleið 9 milliónir íløtum um árið. Hóast sølan er økt munandi á hvørjum ári, hevur tað ikki havt eina neiliga ávirkan á, hvussu stórur partur er latin inn aftur. Tvørtur ímóti er parturin, sum er latin til endurvinningar eisini øktur á næstan hvørjum ári, har vit høvdu eitt met høgt returprosent í 2015 á heili 91%ri.
Ár % latið til endurvinningar
2007 33 %
2008 53%
2009 67 %
2010 70 %
2011 80 %
2012 78 %
2013 83 %
2014 87 %
2015 91 %
Hetta bendir á, at tað, at lata tómu íløtini inn aftur, er vorðin ein natúrligur partur hjá flestu brúkarum.
Við at endurvinna tilfarið í einnýtisíløtum, verður nøgdin av burturkasti minni, samstundis sum at rávøru- og orkunýtslan verður minni eins og útlátið av CO2.
Les meira um retur-% í ársuppgerðini fyri 2015: http://www.us.fo/Default.aspx?ID=14134