Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

80-ára haldið

Hósdagin 4. juli, skipaði ÍSF fyri almennari móttøku í Smæruni í Tórshavn, har fyrrverandi forsetar hugleiddu um avgerandi hendingar í søguni hjá ÍSF. Løgmaður, Aksel Johannesen, landstýrismaðurin við skúlamálum, Høgni Hoydal, borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen og forsetin í ÍSF Elin Heðinsdóttir Joensen, fluttu fram røðu. Heilt nógv fólk nýttu høvi at støkka inn á gólvið.

Aftaná móttøkuna varð skipað fyri skrúðgongu, har bæði nú- og fyrrverandi íðkarar luttóku. Tveir Piddar gingu á odda saman við Absaloni Hansen, sum var flaggberi. Gingið var niðan í SMS, har Elin H. Joensen forseti í ÍSF setti framsýningina  um søguna hjá ÍSF og oyggleikirnar. Framsýningin er eisini opin í dag og í morgin og í næstu viku.

Leygardagin 6. apríl, skipaðu ítróttafeløg kring landið fyri tiltøkum í sambandi við 80 ára dagin...