Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

800 flóttafólk til Føroyar?

Nú talan enn einaferð er um at fáa flóttafólk til Føroyar, loyvi eg mær at koma við nøkrum viðmerkingum.

Í Danmørk eru uml. 80.000 flóttafólk, og við 5 mill. íbúgvum svarar tað til 16.000 flóttafólk upp á hvørja milliónina. Vit eru uml. 50.000 íbúgvarar, so okkara partur skuldi eftur hesum verðið ein tjúgindapartur av 16.000 ella 800 flóttafólk.

Vit hava hoyrt uppskot um 40 – 60 og onkur hevur nevnt 2 flóttafólk til Føroyar, men eg haldi, at antin spæla vit við, ella eisini lata vit vera at spæla við. Ikki bæði.

Sjálvur haldi eg, at vit ikki skulu spæla við, tí m.a. partar av flóttafolkunum eru kriminel, og kvinnur koma í neyð av teimum, tí tey verða krámaði bæði aftan og framman. Okkara samfelag er so lítið, at tað tolir ikki tílik álop.  

Tað eru mong onnur fyrilit, ið skulu takast viðvíkjandi innivist, barnagørðum og skúlum, arbeiði og fíggjarligum stuðli av ymiskum slag. Og tá vit hoyra og lesa um partar av okkara egna fólki í fátækraváða og stríðið um fólkapensiónina, so verður tað dýrt fyri hesu nevndu eisini at skula leggja rygg til flóttafólkaútreiðslurnar, tí tað verður møguligi endin. Vanligt er jú at loypa á har garðurin er lægstur.

Eg haldi tað harafturímóti vera rætt og neyðugt at veita fíggjarligan stuðul til fólk í neyð, hvar tey enn eru stødd.

Dagfinnur Danbjørg.