Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

7,6 mió. kr. afturhildnar í skatti av eftirlønum

Hesar dagarnar verða tær fyrstu flytingarnar av eftirlønum gjørdar, síðan lógarbroytingarnar um skatting av eftirløn við inngjald komu í gildi.

Nýggjastu tølini úr afturhaldsskipanini hjá TAKS siga, at hósdagin 27. januar vóru 10.052 eftirlønarflytingar farnar um afturhaldsskipanina.

Fluttar eru 22,37 mió. kr. Av hesum eru 19,221 mió. kr. fluttar á føroyskar eftirlønarskipanir, og restin er farið á eftirlønaruppsparingar uttanlands.

Av teimum 19,221 mió. kr., eru afturhildnar 7,689 mió. kr. í skatti. Um eftirlønirnar, sum vóru fluttar av landinum, vórðu skattaðar, so hevði samlaða skattaupphæddin verið 8,949 mió kr.